Føroyingar spæla El-hockey

Sunnudagin 6. juli varð el-hockey roynt á fyrsta sinni í Føroyum Á Hálsi í Havn, hevði ÍSB skipað fyri einum ?Kom og royn? tiltaki, har fysiskt rørslutarnað kundu royna el-hockey.

El-hockey er ein ítróttur, sum verður spældur av fysiskt rørslutarnaðum, sum oftast hava eina av fylgjandi prognosum: vøddasvinn, spasticitet, ryggmergsbrokk, liðagikt, og teimum sum eru komin til skaða í trafikkinum, ella eru komin til skaða á annan hátt.

ÍSB vil við hesum tiltøkum royna, um tað er møguligt at byrja við eini nýggjari ítróttagrein, fyri børn og ung, sum ikki hava møguleika at lutaka í einum av verðandi tilboðum.

El-hockey verður aftur á Vestanstevnuni í Miðvági, sunnudagin tann 13. juli frá kl. 16, í bygdarhúsinum. Tað er ókeypis at royna El-hockey.