Fýra Føroyingar framføra á Iceland Airwaves Festival, sum í ár hátíðarheldur at tað eru 20 ár síðan fyrsta festivalin, festivalurin er hvørt ár í Novembur mánað og varðar í fýra døgn.
Festivalurin virkar soleiðis, at konsertir verða spældar í hølum runt Reykjavík, alt frá smærri tónleika-handlum, søvnum, kirkjum, til náttklubbar og størri hølir o.s.fr.
Tey fýra føroysku nøvnini, sum skula framføra á festivalinum, eru Lyon, Danny & the Veetos, Eivør, og Heiðrik.
Gjøgnum árini hava fleiri nøvn framført á íslendska festivalinum, sum eru farin víðari og vorin víðagitin, har millum íslendsku Of Monsters and Men, Björk, Sigur Rós o.s.fr.
Sostatt er Iceland Airwaves er ein góður møguleiki fyri tónleikarar, at skapa samband við tíðindafólk, fyriskiparar, tónleikarar og onnur fólk, ið røkka longur út í heim.
Festivalurin er í ár frá 7 til 10 novembur, eitt atgongumerkið loyvir einum at síggja upp móti 200 ymiskar framførðslir, frá meira enn 30 ymiskum londum.