Hann hevur ivaleyst gjørt upp við seg sjálvan, hvørjir ellivu skulu á vøllin í dag, men tað helt hann fyri seg sjálvan í gjár. Hann hevur eisini gjørt upp við seg sjálvan, hvussu føroyska liðið skal spæla móti Skotlandi, og tað hevur hann einki ímóti at tosa um.
? Eg veit ikki, hvørjir fara at spæla á teirra liði. Eg sá teir vinna 1-0 á útivølli móti Týskalandi, og so spældu vit móti teimum í fjør. At teir vunnu móti týskunum var eitt fínt avrik, og tað má hava givið teimum eina rúgvu av sjálvsáliti. 2. hálvleik spældu vit væl í Aberdeen, og tað er út frá tí avrikinum, at vit skulu byggja víðari í dag, er tað fyrsta, venjarin hevur at siga, tá vit fáa tonna á hann eftir venjingina.
Allan Simonsen veit væl, at áhugin fyri dystinum er stórur og at tað fara at koma nógvir áskoðarar á Svangaskarð, og tað sær hann sum størsta munin á fyritreytunum upp undir hendan dystin, tá sammett verður við tann í Aberdeen í fjør.
Brúka høvdið
Allan Simonsen hevur sum venjari hjá føroyingum tríggjar ferðir havt Skotland sum mótstøðulið, og sum danskur landsliðsspælari spældi hann fleiri ferðir móti skotum, og út frá hesum royndunum er hann fullvísur í, hvussu teir fara at spæla í dag:
? Teir seta fulla ferð á beinanvegin, og so fara teir ikki at helma í. Teir fara at leggja høgar bóltar innfyri, og teir fara at royna at koma aftur um teir í borðunum hjá okkum og leggja bæði høgar og flatar bóltar innfyri. Teir spæla altíð við fýra monnum á linju í verjuni. Teir fara at hava tveir stórar menn í miðverjuni, og so fara teir at hava tveir meiri smidligar menn í síðunum, og eingin av hesum fýra verður serliga álopshugaður, burtursæð frá í deyðbóltsstøðunum.
Tað er út frá hesum roknaða veruleikanum, at Allan Simonsen hevur lagt ætlanir um, hvussu føroyska liðið skal snúgva sær:
? Fyri tað fyrsta verður tað ikki okkara uppgáva at mynda spælið. Tað eru vit snøgt sagt ikki førir fyri móti so stórari fótbóltstjóð. Men tá vit fáa bóltin, skulu vit gera nógv fyri at varðveita hann, og harvið seta ferðina niður. Vit hava bara ein ella tveir spælarar frammi, og tá teir hava fýra heilt har afturi, so merkir tað, at tað fara at verða onnur øki á vøllinum, har vit verða í fleiri enn teir, og tað er í hesum økjunum, at vit skulu senda bóltin millum okkara, meðan vit bíða eftir, at ein av fremru monnunum verður soleiðis fyri, at hann verður førur fyri at taka ímóti bóltinum. Megna vit hetta, og megna vit onkuntíð at vinna bóltin av teimum, tá teir skulu spæla seg úr verjustøðuni, og duga vit í sovornum førum at spæla skjótt, so kunnu vit fáa mál.
Hetta er annar parturin av ætlanini. Hin parturin skal útinnast, tá skotarnir hava bóltin:
? Í verjupartinum er alneyðugt, at vit halda allar avtalur, og at eingin spælari tekur sær nøkur óráð fyri. Sum eg segði, so skulu vit royna at halda upp á bóltin, men í støðum, tá okkara menn verða kroystir, verður tað týdningarmikið, at bólturin verður ruddaður burtur. Eg havi álit á spælarunum, sum hava nógvar royndir, at teir duga á at skyna. Sjálvsagt fer okkurt mistakið at verða gjørt, tað umgongst ikki, men tey skulu vera fá, og tað er alneyðugt, at vit sleppa undan óneyðugum mistøkum.
Tíðin og marginalirnir
Allan Simonsen leggur stóran dent á, at skotar ikki tíðliga fáa eitt mál:
? Allir fótbóltsdystir eru ymiskir, men tess longri vit megna at halda teimum burtur frá trognum, meiri fer leikurin at myndast eftir okkara fyritreytum. Ikki soleiðis at skilja at teir fara at linka um trýstið. Heldur verður tað soleiðis, at álopshugurin hjá teimum fer at vaksa, og so fara vit heilt víst at fáa møguleikar.
Og venjarin dugir at ímynda sær, at tað skal bera til at fáa stig:
? Vit mugu framvegis minnast, at tað er Skotland, sum vit spæla ímóti. Men halda vit tætt, og eydnast tað ikki væl hjá teimum, samstundis sum okkara spæla upp til sítt besta, so kann alt koma fyri. Nógvu tær seinastu ferðirnar hava vit ikki havt marginalirnir við okkum ? hugsa um dystin í Bosnia og tann á heimavølli móti Kekkia ? so nú kunnu vit droyma um, at hesa ferð verða marginalirnir í okkara parti.
Liðið
Og so enda vit við tí, sum venjarin ongantíð tosar um, men sum í prátinum alíkavæl skínur eitt sindur ígjøgnum. Eingin ivi er um, at Todi Jónsson verður fremsti maður, og verður ein maður afturat í álopinum, so verður tað Uni Arge (hóast Jákup á Borg hevur verið sera væl upplagdur á venjingarleguni uppundir dystin). Tað er eingin ivi í, at Jens Kristian Hansen og Óli Johannesen vera í miðverjuni. Tað er eisini greitt, at Øssur Hansen verður vongverji í vinstru, og at Sámal Joensen, Julian Johnsson og John Petersen vera á miðvøllinum. Allan Mørkøre verður eisini við, men spurningurin er, um hann verður vongverji í høgru, ella um hann verður longir frammi á miðvøllinum.
Tað er heldur eingin ivi í, at Pól Thorsteinsson verður við. Í Aberdeen høvdu skotar tveir smáar spælarar í álopinum. Tað gjørdi, at venjarin ta ferðina umhugsaði at flyta Pól Thorsteinsson í miðverjuna fyri Hans Fróða Hansen, sum stendur seg betri móti stórum spælarum, men venjarin valdi at halda Pól Thorsteinsson úti í borðinum. Móti Týskalandi spældi Skotland við einum lítlum og einum stórum í álopinum. Fer skotska uppstillingin at líkjast henni í Týskalandi, so fer tað at hava við sær, at venjarin fer at hava somu miðverjuna, sum hann hevði í Aberdeen.
Tólv spælarar eru nevndir omanfyri, og tað vil siga, at ein teirra verður ikki við. Hvør verður settur á beinkin er eisini treytað av, um venjarin metir tað vera ráðiligt bæði at hava Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson, sum báðir dragast við snuddir, á vøllinum frá fyrsta bríksli.