Hesi tøl framganga í eini kanning, International Centre for Prison Studies í King’s College í London hevur gjørt. Í kanningini luttóku 214 sjálvstøðug lond og ósjálvstøðug øki, har í millum Føroyar.
Hetta er sjeynda ferðin kanningin verður gjørd, og eftir hvørja kanning verður eitt yvirlit almannakunngjørt, ein listi, sum verður róptur World Prison Population List.
Sjeynda útgávan av World Prison Population List, sum kom út fyri kortum, fevnir um tíðarskeiðið millum tíðliga í 2004 og til oktober 2006. Í hesum tíðarskeiði eru umsitingin hjá teim ymsu fongslunum spurd eftir, hvussu tað sær út hjá teimum í mun til talið av innsettum fangum.
Tað eru hesi tøl, sum nú verða almannakunngjørd, og tað er her tað verður staðfest, at fyri hvønn íbúgva er tað ongastaðni í heiminum, at tað sita so fá fólk fongslað sum í Føroyum.
Bert sjey fólk um dagin
Sambært World Prison Population List sita dagliga í miðal 15 føroyingar inni fyri hvørji 100.000 fólk. Hetta grunda teir á, at tá teir í 4. oktober 2005 spurdu eftir í Føroyum, hvussu nógv sóta inni dagliga í miðal, var svarið 7 fólk. Samstundis varð upplýst, at tað búðu 47.000 fólk í Føroyum tá.
Hetta tal er nógv minni enn hjá nøkrum øðrum landi á listanum. Føroyar liggja langt aftast, men fyri einaferð skyld er tað flott at liggja aftast. Føroyar liggja eisini langt aftri á listanum, tá tað kemur til PISA-úrslit og styrkilistan hjá FIFA, men tað er vanliga ikki nakað, vit eru errin av.
Londini, ið liggja næst okkum á listanum, eru Nauru og Burkina Faso. Har sita dagliga 23 fongslaði í miðal um árið. Onnur lond, sum liggja aftarlaga eru Liechthenstein, Sierra Leone og Mali.
USA fremst
Ísland er næsta grannaland okkara á listanum. Har sita í miðal 40 fólk inni dagliga fyri hvørji 100.00. Í Noreg er talið 66, Danmark 77 og Svøríki 82.
Ikki óvæntað liggur USA fremst á listanum. Langt fremst. Har sita dagliga 737 fangar fyri hvørji 100.000 fólk. Næst fremst er Russland, har í miðal 615 fólk sita inni um dagin fyri hvørji 100.000.










