– Tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at í fjør var talið á fráboðanum fyri brot á revsilógina, tað lægstu nakrantíð.
Tað staðfestir løgreglan í morgun.
Ein uppgerð hjá teimum vísir, at talið á fráboðanum fyri brot á revsilógina hevur verið støðugt fallandi og tær hava ongantíð verið og fáar sum í fjør.
– Samanborið við fólkatalið, hava vit í Føroyum nógv minni kriminalitet enn í Danmark, sigur løgreglan.
Í fjør vórðu 67 brot á revsilógina fráboðað í Danmark fyri hvørju 1000 fólk, og tilsvarandi talið fyri Føroyar er einans 12 fráboðanir fyri hvørji 1000 fólk
Løgreglan staðfestir eisini, at tað er sjáldan at tey ungu í Føroyum bróta lógina og lógarbrotini eru minkað meiri enn eina helvt hesi síðstu 10 árini.
– Vit kunnu fegnast um, at 2016 var fyrstu ferð, har ongin undir 18 ár bleiv skuldsettur fyri harðskap, sigur løgrelan, vísa hagtøl frá SSP, sum er eitt samstarv ímillum skúlaverkið, sosialu myndugleikarnar og løgregluna, har eitt av endamálunum er nettupp at forða fyri fólk enda sum lógbrótarar.
Løgreglan sigur, at hagtølini geva onga ábending um, hví tølini eru lækkað, men tey ivast ikki í, at hetta er eitt úrslit av tí miðvísa arbeiðnum hjá SSP, umframt at tað er eitt úrslit av, at løgreglan er rættiliga nógv at síggja í býnum um næturnar.
Samstundis verður eisini staðfest, at talið fráboðanum um stuldur og herverk, hevur ongantíð verið so lágt sum í 2016.
– Hinvegin kunnu vit tíanverri eisini staðfesta, at talið á innbrotum er hækkað nakað í fjør. Í miðal er eitt innbrot fráboðað sættahvønn dag, so talið á fráboðaðum innbrotum er framvegis sera lágt, kortini
– Tað er gleðiligt, at talið av fráboðaðum harðskapsmálum er fallið 21 prosent frá 101 fráboðanum í 2015 til 80 fráboðanir í 2016, og er hetta á leið tað sama sum í 2008.
– Samanbera við við Danmark, eru 1,5 harðskapsmál fráboðað í Føroyum fyri hvørji 1.000 fólk, men í Danmark eru fýra harðskapsmál fráboðað fyri hvørji 1.000 borgarar.
Løgreglan ger eisini nógv burtur úr at kann ferðsluna og tølini vísa, at hóast talið á akførum øktist við 4 prosent í fjør, minkaði talið á ferðsluóhappum heili 23 prosent í 2016 afturímóti 2015.
Í fjør vórðu níggju prosent fleiri bilførarar skuldsettir fyri at hava koyrt við kenning enn í 2015, og skuldsetingarnar fyri onnur brot á ferðslulógina øktust 75 prosent.
Tølini niðanfyri vísa, hvussu nógvir bilførarar eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring hesi seinastu 14 árini, frá 2002 til 2016:
2002: 159 bilførarar
2003: 194 bilførarar
2004: 168 bilførarar
2005: 160 bilførarar
2006: 179 bilførarar
2007: 199 bilførarar
2008: 165 bilførarar
2009: 140 bilførarar
2010: 99 bilførarar
2011: 115 bilførarar
2012: 126 bilførarar
2013: 117 bilførarar
2014: 105 bilførarar
2015: 107 bilførarar
2016: 117 bilførarar