Í morgin verður føroyska Connie Brockie at síggja fyri fyrstu ferð á skíggjanum í hjá TV3, og føroyingar fáa í hesum sambandi møguleiki at fylgja við sendingini á stórskíggja Tað er Bowlinghøllin í Havn, ið skipar fyri stórskíggja í morgin, tá ið fyrsta sendingini av Paradise Hotel við Connie Brockie byrjar kl. 21.
Bowlinghøllin verður opin fyri øllum áhugaðum, og Connie Brockie fer eisini at fylgja sendingini frá Bowlinghøllini.