Trupulleikar
Útvarpið hevur seinastu tíðina varpað ljós á trupulleikan, og tað er ikki ein dag ov seint. Vit føroyingar mugu síggja rúsevnismisnýstluna í eyguni: ímillum okkum finnast fólk, sum bjóða ungum gentum og dreingjum fleiri túsund krónur, um tey smugla nøkur gramm av hasji, amfetamini, ecstasy osfv. til Føroyar. Tað er ikki bara í útlondum, at ungar gentur smugla nøkur hundrað gramm av rúsevnum fyri pengar og narkobarónar: hetta hendir eisini í Føroyum.
Freistingin
Hví, spyrja tit? Ein av orsøkunum er tann, at politiið veit um fleiri av narkoinnflytarunum, og hesi fólkini vita, at tollarar og hundar eru við kaiina ella á flogvøllinum, tá ið tey koma í land. Ístaðin fyri at taka váðan, bjóða teir ungum gentum og dreingjum fleiri túsund krónur fyri at smugla rúsevnir inn í landið. Tað kann tykjast løgið, tí váðin at verða tikin er lutfalsliga stórur, men stórur í mun til hvat? Verða tey ungu tikin, fáa tey eina bót. Í ringasta føri nakrar mánaðir í geglinum. Men um tey ikki verða fangaði er vinningurin stórur.
Gráa sonan
Tað finst eitt grátt øki í føroysku revsilógini: tað er td. loyvt at innflyta hasjfræ, men tað er ikki loyvt at roykja tað. Fleiri hava gjørt sær gagn av gráu sonuni: hvør minnist ikki hasjskógirnar ymsastaðni í landinum? HUXA finst at, at tað eru grá økir, tí lóggávan er ógreið: annaðhvørt er hasj loyvt ella ikki. Í hesum førunum eru vit av tí áskoðan, at øll framleiðsla og brúk av rúsevnum, bæði bleytum og hørðum, er revsiverdugt. Ikki við bót, men við gegli.