Orsøkin til stríðið er, at bókin hjá Tjóðveldinum um loysingarpolitikkin – serliga um virki Erlends Patursson – sum flokkurin hevur fíggjað við pengum frá danska Fólkatinginum, og sum Sprotin gevur út.
Jon Hestoy hevur sambært stjóranum á Sprotanum verið ov skjótur við avtrekkjarunum, tá hann brikslar Tjóðveldi, at tey ikki so frægt sum hava biðið um tilboð hjá Føroyaprent. Tí tað hava tey, sambært sprotastjóranum. Men tilboðið frá Føroyaprenti var ov dýrt fyri tjóðveldissøguna. Og Jonhard Mikkelsen letur týðuliga koma til sjóndar, at marknaðarkreftirnar ráða, eisini tá tjóðveldissøgan verður prentað.
Men alla respekt fyri Sprotanum og stóra arbeiðinum, sum tey gera.
Men tað sampakkar sera illa við politikkin og virkið hjá Tjóðveldinum, at tess søga verður prentað uttanlands. Og enn minni sampakkar tað við virki Erlends Patursson.
Um so er, at marknaðarkreftirnar skulu ráða í øllum hjá Tjóðveldinum, hví leggur flokkurin so stóran dent á, at onnur skulu brúka føroyska framleiðslu? Hvussu nógv hevur Høgni Hoydal ikki sagt um bankarnar, sum fluttu sínar KT tænastur uttanlands, ella um gerð av undirsjóvartunlum ella Marknagilsdepil?
– Rætt ella ikki rætt, at vit ikki eru kappingarfør á prentøkinum. Men tjóðveldisfólkini hava í øllum førum boykoyttað Føroyar, tí vit duga ikki nóg væl!