Føroyingar í manngóðum arbeiði uttanlands onga almenna sjúkratrygd

Fyri at fáa rætt til veitingar úr nýggju heilsutrygdarskipanini, skalt tú hava fastan bústað í Føroyum. Sostatt er tað greitt, at føroyingar, sum flyta uttlands sum trúboðarar ella øðrum manngóðum arbeiði, sum tað ofta verður nevnt, hava ikki rætt at fáa nakað úr Heilsutrygd.

Teir mugu sostatt sjálvir syrgja fyri at hava tryggingar, so at teir ikki koma sær í óføri skuldi nakað borist á.

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, nú hann fyri stuttum svaraði einum spurningi frá Kára P. Højgaard um heilsutrygd og føroyingar, sum eru burtur í manngóðum arbeiði.

Aksel V Johannesen sigur, at heilsutrygd er ein fyribilsskipan, sum gongur út næsta ár, tá ið gjaldið fellur burtur og skal takast umvegis skattin ístaðin.

Men av tí, at talan er um eina fyribilsskipan, var endamálið, at hon skuldi verða so einføld sum gjørligt.

Spurningurin hevur verið umrøddur um sjálvboðin, og onnur sum arbeiða úti í heimi í longri tíðarskeið í manngóðum arbeiði. Tað eru nógvir einstakir bólkar, sum kunnu koma undir undantaksreglur. Tískil varð mett, at ein gjaldsskipan við búðstaðarkravi var einfaldasta og besta skipanin, sigur landsstýrismaðurin.

Hetta merkir, at fólk, ið eru uttanlands í arbeiðsørindum, bæði sjálvboðin, sjómenn undir DIS og NIS og onnur, gjalda heilsutrygdargjald, bara tey framhaldandi hava bústað í Føroyum.