Vit eru komin í svartastu neyð av teimum, sum ikki ikki klára at passa seg sjálvi. Hevur tú ein dementan í familjuni, ert tú bundin alt samdøgurði. Og eru tvey, er reint galið. Tá endar tað bara við, at restin av familjuni eisini legst fyri.
Amalia Poulsen í Havn varðar av tveimum gomlum konum, sum ikki klára seg sjálvar longur. Mamman er 82 ár, og ógifta mosturin er 86. Tær treingja til fulla røkt allan sólarkringin, men fáa hana ikki. Tað er ikki pláss, verður svarað til tær dagligu uppringingarnar, sum gjørdar verða til røktarheim, umlættingarheim, sjúkrahús, læknar, politikarar og hvønn ein nú kann finna upp á at ringja til.
Í fýra ár hevur eldra systirin verið uppskrivað til røktarpláss. Tað er langt síðan, hon varð avskrivað á Ellisheiminum, tí hon klárar seg ikki sjálv. So eru tað røktarheimini. Men har er listin líka langur um tann við lyftunum upp undir hvørt val. Nú er hon komin á ein »akuttlista«. Men tað sigur tað sama, sigur Amalia Poulsen. Tí hann er fleiri alin langur, og hon stendur niðalaga. Eftir er so bara tann møguleikin, at fólk, sum hava pláss á røktarheiminum, doyggja burturav.
-Tað er nógv fyri, sigur Amalia Poulsen, at tað skal vera so groft her í landinum, at ein situr við andakt í døgurðatímanum og bíðar eftir, at Útvarpið hevur eitt andlát á einumhvørjum røktarheimi. Men soleiðis er støðan veruliga í Føroyum í dag. Og áðrenn kunngerðin er lisin, er longu telefonstormur á avvarðandi heimi. Fólk liggja skerfløt í luftini at biða pláss til onkran, tey ikki fáa passað.
- Guð forbarmi seg fyri støðu, vit eru í, heldur hon. At gomul fólk ikki longur skulu fáa loyvi at liva sína seinastu tíð anstendiga, tí onnur ynskja tey í moldina fyri at fáa teirra røktarpláss.
Í einum eldri húsum í Havn búgva tær, systrarnar báðar. Tann yngra er mestsum heilt dement, og hin er púra burtur. Hon skilir einki petti og uppførir seg, sum eitt dement fólk nú einaferð ger.
Tvær vóru stovurnar í húsunum, sum nú eru innrættaðar soleiðis, at tær hava hvør sítt kamar har. Eitt baðirúm er gjørt í somu hædd, og so eru tær stationeraðar har báðar. Tí tær fara ongan veg soleiðis av sær sjálvum. Báðar eru so illa gongdar, at tær orka ikki at ganga trappur. Hvørki upp ella niður.
Og tað, at tær eru óstøðugar til fóts, sigur Amalia Poulsen, er ein eyka vandi. Tað er tvær ferðir komið fyri, at heimahjálpin hevur funnið ta eldru systrina liggjandi á gólvinum. Dottin og ikki ment at reisa seg aftur. Tung er hon á sær, og tí hevur verið neyðugt at boðsent portørunum á Landssjúkrahúsinum at fáa hana aftur í songini.
-So tað skilir ein og hvør, at her er talan um tungan røktarsjúkling í orðsins rætta týdningi, sigur Amalia Poulsen. Hon sigur, at tað er ikki ráðiligt at lata tær sova einsamallar í húsi heldur, so har má fólk sova hjá teimum.
Amalia Poulsen vil als ikki góðtaka hesa støðuna. Tað ber ikki til, at okkara ráðandi politikarar virða hesi fólkini so lítið. Tað er beinleiðis óverdugt at enda eitt virkið lív soleiðis.
Hon vísir á, at mostir hennara er í umtrent somu støðu sum »Jens Vejmand«, ið....
»høgdi mangan stein,
men tá ið hann var deyður, gav ongin honum ein.«
Í samfull 45 ár arbeiddi hon sum sjúkrasystir í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hevur brúkt alt sítt lív upp á at passa onnur. Men nú, hon er gomul og óhjálpin, liggur hon uppgivin í eini song inni hjá eini mestsum líka dementari systir við eini blæu undir sær og heimahjálp, sum kemur fýra ferðir um samdøgurði. Men heimahjálpin er heldur ikki ætlað sum røktarstarvsfólk. Hon hevur sítt at síggja til, og har er einki at seta niður á, sigur Amalia Poulsen. Men hon er sera vónsvikin av, at støðan skal vera soleiðis í Føroyum í dag.
Mostirin fór í september í fjør á sjúkrahús vegna aðra sjúku enn demens. Har varð hon eisini væl hjálpt, og varð verðandi har, til avgjørt eingin møguleiki var at hava hana longri. Síðan hevur hon í tveimum stytri umførum verið til umlætting. Men er nú aftur í stovuni hjá systrini, sum framvegis er næstan líka dement, sum hon er sjálv.
Familjan slítur seg upp og gongur støðugt við ringari samvitsku, tí tey halda seg gera ov lítið. Men í veruleikanum gera tey nógv meira, enn tey eru ment. Og soleiðis er tað um tað ganska land. Dømini eru óteljandi, vísir Amalia Poulsen á.
Hon endurtekur aftur og aftur, at tey ábyrgdarhavandi vita ikki, hvussu vánalig støðan veruliga er í Føroyum.