Hóast flestu føroyingar skilja danskt, so merkir tað ikki altíð, at ein føroyingur uttan trupulleikar kann spyrja um allar heilsuspurningar á donskum. Tí kennist tað mangan sum ein lætti fyri føroyskar sjúklingar á at hava ein føroying, sum kennir skipanina.
Føroyski sjúklingavegleiðarin á Ríkissjúkahúsinum, Elionora Olsen, er føroyska røddin í danskt mælta sjúkrahúsinum, ein stuðul hjá teimum, sum kenna seg hjálparleys í nýggju umstøðunum.
Elionora Olsen flutti longu í 1966 úr Klaksvík til Keypmannahavnar, har hon lærdi til sjúkrarøktarfrøðing. Men hóast hon hevur drúgvar royndir í donsku sjúkrahúsverðini og hevur búð niðri líka síðani, so er hon framvegis føroyingur við stóra F, sigur hon avgjørd. Og tað er ein styrki í arbeiðnum sum sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkarhúsinum.
- Føroyingar og danir eru ikki eins, staðfestir hon avgjørd.
- Munirnir eru ikki altíð eyðsýndir, men teir eru har. Føroyingar eru ikki so útfarandi sum danir, teir snakka ikki so nógv og spyrja heldur ikki eins nógvar spurningar sum ein vanligur dani, greiðir Elionora Olsen frá.
- Hetta merkir sjálvandi ikki, at teir ikki sita inni við eins nógvum spurningum. Tað sama ger seg galdandi við pínudoyvandi evnum. Føroyingar krevja minni pínudoyvandi medisin enn danir, men tað merkir sjálvandi ikki, at teir ikki merkja pínu.
Tigandi føroyingurin
Donsk starvsfólk eru ikki altíð varug við málsliga og mentanarliga munin, tí føroyingar hava ikki øðrvísi útsjónd enn danir, sigur Elionora Olsen sum hevur gjørt nógv fyri at gera føroyska sjúklingin meira sjónligan í donsku skipanini.
- Danska málið kann eisini vera ein forðan, sigur føroyski sjúklingavegleiðarin.
Føroyingar skilja danskt, men teirra danska mál umfatar orð og setningar frá gerandisdegnum. Tað er ikki tað sama, sum at tey duga at orða seg um sjúku og ótta.
Elionora Olsen hevur arbeitt við føroyskum sjúklingum síðani 1986, fyrst á Hotel Tórhavn síðani á Ríkissjúkrahúsinum, og hon sær eina broyting í føroyska hugburðinum.
- Ættarliðið hjá mínum foreldrum vóru nógv meira nøjsom, nógv teirra vóru ikki von við so nógv og vóru eisini meira sjónliga religiøs. Og so var danska samfelagið teimum eisini meira fremmant.
- Í dag hava flestu føroyingar ferðast uttanlanda, og føroyskir sjúklingar hava sett seg inn í, hvørja sjúku teir hava. Teir finna seg ikki longur í øllum, sigur Elionora Olsen.
- Føroyingar er tó framvegis minni spyrjandi enn danskir sjúklingar – eisini yngri føroyskir sjúklingar niður í 40 árs aldur, staðfestir føroyski sjúklingavegleiðarin, sum mangan upplivir, at føroyskir sjúklingar hava trupult við at orða seg á donskum og ynskja ikki at vita ov nógv um sjúkuna.
Einsamalli sjúklingurin
Hóast ferðasambandið er vorðið nógv betri, og fólk ferðast meira, liggja føroysku klettarnir kortini fjart frá danska høðvusstaðnum. Og føroyskir sjúklingar í Keypmannahavn kunnu kenna seg avskornar frá familju og vinum.
- Flestu hava onkran við sær úr Føroyum. Men nøkur hava ikki familju, ella familjan hevur ikki møguleika at koma við. Og tá verði eg ofta brúkt í staðin, sigur Elionora Olsen.
Hon fær at vita um allar føroyskar sjúklingar, sum koma á Ríkissjúkrahúsið, og veit eisini um føroyingarnir, sum verða innlagdir á Bispebjerg og Hvidovre.
- Málið er, at hvør føroyingur fær eina vitjan. Men eftirhondini er tað so mikið nógv, at eg fái ikki tíð til alt. Tí má eg raðfesta. Tey sum ongan avvarandi hava, fáa hægstu raðfesting.
Longu í 1986 var tørvurin á einum føroyskum sjúklingavegleiðara á Ríkissjúkrahúsinum frammi, men starvið varð ikki sett á stovn fyrr enn í 2001. Í 2006 flutti sjúklingavegleiðarin úr Hotel Tórshavn inn á Ríkissjúkrahúsið.
- Eg má siga, at tað er í allar hægsta grad brúk fyri mínari funktión, sigur Elionora Olsen, sum sær seg sum eitt slag av umboðsmanni fyri føroysku sjúklingarnar.
- Tað er ikki líka mikið fyri ein føroyskan sjúkling, um hann skal bíða í tveir ella 14 dagar. Tí er tað partur av mínum arbeiði, at fáa skipan og starvsfólk at skilja, at tað er ikki tað sama, um sjúklingurin kemur frá Østerbro ella úr Føroyum.
Sambært Elionoru Olsen møtir hon stórari vælvild millum starvsfólkini. Tey skilja støðuna, men hugsa bara ikki altíð um tað.
- Tí er tað tørvur á, at onkur minnir á hetta regluliga.
Týdningarmikið samstarv
Føroyski sjúklingavegleiðarin heldur samstarvið millum føroyska heilsuverkið og ríkissjúkrahúsið vera fyrimyndarligt, og hon sær nógvar fyrimunir fyri føroyskar sjúklingar.
- Nú verður nógv tosað um at samstarva við sjúkrahús aðrastaðni, men eg dugi ikki at síggja fyrimunin við at senda sjúklingar runt til ymisk sjúkrahús í ymiskum londum. Eg vildi í øllum førum treyðugt verið ein gomul gomul kona úr Svínoy, sum verður send til sjúkrahús í Aberdeen.
- Sjúklingaviðgerð er meira enn bara ein skurðviðgerð. Í Keypmannahavn hava vit føroyskan sjúklingavegleiðara, føroyskt hotel, føroyskan sosial ráðgeva og eitt føroyskt útiseta umhvørvið. Og tað er heilt avgjørt ein styrki, metir Elionora Olsen.
Hóast hon fegnast um góða føroyskt-danska samstarvið, so eru eisini økir, sum kunnu bøtast.
- Mangan koma føroysku sjúklingarnir niður uttan eina viðgerðarætlan. Tá henda skal gerast her, verður sjúklingurin noyddur at vera longri niðri. Tá talan er um vanliga sjúkraviðgerð, kundi ætlanin verði løgd longu í Føroyum.
Og tá sjúklingurin er liðugur við donsku viðgerðina, kann tað eisini halta við at samskipa uppafturvenjing í Føroyum.
- Síðani eg bleiv sjúklingavegleiðari hava vit fingið skipað tað soleiðis, at allir sjúklingar, sum koma niður at fáa bypass ella klapp, verða sendir heimaftur í gjøgnum Landssjúkrahúsið, har teir eru innlagdir í eitt døgn. Fyrr fóru hesir sjúklingar beinleiðis heim til sín sjálvs, og tá var skjótt til, at føroyska uppfylgingin ikki var nøktandi, greiðir føroyski sjúklingavegleiðarin frá.
Harðar lagnur
Elionora Olsen vónar, at samskipanin millum føroysku og donsku skipanina kann gerast enn betur, og hon sær eisini ein stóran tørv á at styrkja um sjúklingavegleiðarafunktiónina.
- Nú verður danska heilsuverkið umskipað, so alt høvðusstaðarøki verður lagt saman. Sum er, kundi eg brúkt alla mína tíð til skrivligt arbeiði, men persónligu vitjanirnar eru týdningarmiklar, og tá Gentofte, Glostrup og Bispebjerg eisini verða partur av arbeiðsøkinum er torført at síggja, at ein persónur kann gera alt.
Harumframt metir hon at tørvur er á einum føroyskum sálarfrøðingi í tilknýti til føroyska sjúklingaumhvørvið antin á Ríkissjúkrahúsinum ella á Hotel Tórahavn.
- Tað eru nógvar tungar lagnur. Fólk fáa at vita, at einki kann gerast. Tað er ómenniskjaligt at fáa at vita slíkt einsamallur langt heimanifrá, og eg eri ofta við til slíkar samrøður.
- Tað er eisini hart at vera avvarandi. Tey skulu stuðla og eggja, samstundis sum tey eru líka kedd sum tann sjúki. Ofta hava vit lindið til bara at síggja sjúklingin og ikki tørvin hjá tí avvarandi, men tey hava mangan tørv á sálarligari hjálp, staðfestir Elionora Olsen, vegleiðari hjá føroyskum sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hon vónar, at føroyska sjúklingavegleiðara funtiónin á Ríkissjúkrahúsin heldur fram og verður styrkt.
Myndatekstur
Føroyski sjúklingavegleiðarin, Elionora Olsen, kennir bæði føroyskan hugburð og mentan umframt donsku heilsuskipanina. Og tað týdningarmikið, tá ið hon skal hjálpa sjúkum føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum, sigur hon (Mynd: Peter Clausen)
At framheva:
- Føroyingar eru ikki so útfarandi sum danir, teir snakka ikki so nógv og spyrja heldur ikki eins nógvar spurningar sum ein vanligur dani
- Tað er partur av mínum arbeiði, at fáa skipan og starvsfólk at skilja, at tað er ikki tað sama, um sjúklingurin kemur frá Østerbro ella úr Føroyum
- Eg vildi í øllum førum treyðugt verið ein gomul gomul kona úr Svínoy, sum verður send til sjúkrahús í Aberdeen
- Tað eru nógvar tungar lagnur. Fólk fáa at vita, at einki kann gerast. Tað er ómenniskjaligt at fáa at vita slíkt einsamallur langt heimanifrá
FAKTA
Uppgávan hjá sjúklingavegleiðaranum er at hjálpa og vegleiða sjúklingum og avvarðandi teirra, ið eru ávíst úr Føroyum. Hetta kann umfata at vera:
- Hjásitari við læknasamrøður.
- Við til at loysa trupulleikar ella misskiljingar viðvíkjandi viðgerð, røkt ella tænastu, ið ikki kan loysast saman við starvsfólkinum á deilduni.
- Við til Kanningar og viðgerð.
- At vitja innlagdar sjúklingar, ið ikki hava samband við Sjúklingheimið Tórshavn.
- Vegleiða um rættindi sum sjúklingur.
- Vegleiða um klagu og endurgjaldingarmøguleikar.
- Hjálp til meira upplýsing.
Uppgávan hjá sjúklingavegleiðarinum er eisini at vera eitt bindilið millum viðgerðarstøðini í Danmark og Sjúklingaheimið Tórshavn.