Føroyingar hava loyvi at krevja barnaváttan

KYNSLIGUR ÁGANGUR Tað er nú staðfest, at barnaváttanir eru føroyskt málsøki og sostatt stendur tað Løgtinginum frítt at krevja, at tær verða kravdar

- Tað er ongin ivi um at spurningurin um at krevja barnaváttanir í Føroyum, er føroyskt málsøki og ikki danskt.
Tað er niðurstøðan hjá Sjúrði Joensen, løgfrøðiligum ráðgevara á Løgmansskrivstovuni.
Nú kjakið av álvara aftur er kyknað um, hvussu vit fyribyrgja kynsligum ágangi ímóti børnum, hevur tað verið nevnt fleiri ferðir, at vit eiga at gera sum tey gera í fleiri londum londum.
Har eru tey farin at krevja váttan frá teimum, sum arbeiða við børnum og ungum um, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

Óvissa
Men í fyrra lagi tók óvissa seg upp um hetta við barnaváttanum er eitt málsøki, sum føroyskir myndugleikar hava ræðið á ella um tað er danskt málsøki.
Í øðrum lagi tók óvissa seg upp um, antin málið hoyrdi undir landsstýrismanninum í lógarmálum, Kára P. Højgaard, ella um tað hoyrir heima undir landsstýrismanninum í mentamálum, Birni Kalsø.
Tí varð løgfrøðiligi ráðgevarin á løgmansskrivstovuni biðin um at kanna málið.
Hann er komin til ta niðurstøðu, at ongin ivi er um, at talan er um føroyskt málsøki.
Eitt, hann nevnir, er, at tá ið danir samtyktu sína lóg um barnaváttanir, varð mælt til, at lógin ikki skuldi vera galdandi fyri Føroyar og Grønland, tí hetta málsøkið hoyrir undir heimastýrini í Føroyum og Grønlandi.
- So har er ongin ivi. Málsøkið er føroyskt og føroyskum myndugleikum er frítt fyri at snikka til løgtingslógaruppskot á økinum, sigur Sjúrður Rasmussen.

Bjørn eigur málið
Spurningurin er so, hvørjum landsstýrismanni, málsøkið hoyrir undir, landsstýrismanninum í mentamálum ella landsstýrismanninum í lógarmálum.
Í fyrstu atløgu lá tað í kortunum, at málsøkið hoyrdi undir landsstýrismannin í innlendismálum, men tað er Sjúrður Rasmussen ikki vísur í.
Í Danmark var tað landsstýrismaðurin í mentamálum, sum legði uppskotið fyri Fólkatingið.
- Hugsanin er helst, at í flestu førum er hetta talan um starvsfólkaviðurskifti hjá starvsfólkinum á ymsum mentanarstovnum, eitt nú á skúlum, í ítróttarfeløgum, í skótarørsluni, í ungmannafeløgum og aðrastaðni.
- Kanska ber tulkingin á tann bógvin at málsøkið av røttum hoyrir heima í Mentamálaráðnum, sigur Sjúrður Rasmussen.