Føroyar hava ábyrgd mótvegis flóttafólki, og føroyingar kunnu ikki framhaldandi venda blinda eygað til.
Tað var niðurstøðan av fundi, sum Amnesty International Føroya deild hevði um málið fyri vikuskiftið.
Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, staðfesti, at ST sáttmálin um flóttafólk frá 1951 eisini er galdandi fyri Føroyar. Orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya er tað Danmark, sum umsitur hetta økið fyri Føroyar bæði tá tað snýr seg um umsóknir viðvíkjandi friðskjól frá flóttafólki, sum koma higar, og umsitingina av kvotaflóttafólki.
Hóast Føroyar í løtuni ikki hava neyðugu vitanina og førleikarnar, tá tað snýr seg um at taka ímóti flóttafólki, kom tað tó greitt fram, at Føroyar hava eina ábyrgd yvirfyri flóttafólki. Hesum vóru røðararnir og politisku umboðini, sum úttalaðu seg í filminum Flóttafólk og Føroyar, ið Amnesty hevði gjørt til høvið, samd um.
- Almennu Føroyar eiga at hava eina støðu til flóttafólkaspurningin, og vit eiga at arbeiða framímóti at liva upp til hesa ábyrgd. At venda blinda eygað til, soleiðis sum vit hava gjørt higartil, er ikki ein møguleiki, segði Siri Tórgarð, dagligur leiðari fyri Reyða Kross Føroya.
Á fundinum var eisini umrøtt, hvat næsta stig í sambandi við flóttafólkaøkið skal verða.
Bergur Berg, sum hevur starvast við málinum í miðfyrisitingini, segði, at flóttafólkaøkið helst er einasta málsøkið, sum føroyingar ikki kunnu yvirtaka við stuttum skotbrái.
- Málið skal takast í størsta álvara og krevur nógva fyrireiking. Vit mugu ogna okkum vitan og førleikar, soleiðis at vit kunnu tryggja hesum fólkum eitt virðiligt lív. Hetta er gjørligt, og ein slík fyrireiking krevur áleið fimm ár, og skilagóðar avtalur við grannalond okkara eru ein fortreyt. segði Bergur Berg.
Bergur Berg staðfesti eisini, at ein onnur fortreyt er politisk raðfesting og játtan, tí talan er um eitt kostnaðarmikið mál, og eina umfatandi tilbúgving. Men hetta eru eisini førleikar, sum føroyingar kunnu hava tørv á, og sostatt er henda tilgongd eisini ein ágóði til føroyingar sum heild.
- Vit fáa hervið m.a. eina menta bráðfreingsihjálp, betri sálarligari hjálp og fleiri útbúgvingarmøguleikar, segði hann.