Føroyingar hava 12 ferðir so nógv valevni sum danir

Til fólkatingsvalið týsdagin hava føroyingar 12 ferðir so nógv valevni í at velja, sum danir. Meðan tað í Føroyum eru 94 valevni, sum bjóða seg fram, so eru tað ?einans? 808 í Danmark. Men føroyingar stilla lutfalsliga fleiri kvinnur upp Vanliga plaga vit at falda okkara tøl við 100, tá vit skulu samanbera við danir, sum eru eitt sindur meira enn 100 ferðir so nógv fólk sum vit.

Um danir skuldu nýtt sama lutfall, so skuldu 9.400 valevni stillað upp til Fólkatingið í Danmark.

Men viðvíkjandi javnstøðu, so stendur betur til í Føroyum, tí meðan ?einans? 32,2% av donsku valevnunum eru kvinnur, so eru tær 36% í Føroyum. Og tá er tað enn tá talan um met í Danmark.

Áhugavert verður at frætta, um hetta fer at síggjast aftur á valinum týsdagin ? og á løgtingsvalinum í januar...