Nógv hevur verið tosað um CTD sjúkuna, síðani týski barnalækning, Ulrike Steuerwald vísti á sjúkuna í 1995, tá hon starvaðist í Føroyum.
Síðan tá hevur nógv verið tosað, um hvør hevur sjúkuna, men tað sum fram er komið, er, at tað finnast flest sandoyingar við sjúkuni, men tað verður tað meira at frætta um seinni.
Seinastu tíðina hevur Heilsumálaráðið gjørt nógv burturúr at heita á fólk um at fara til CTD kanningar.
Fólk kunnu fara til læknan og fáa eina ávísing til kanningina. Men ásannandi, at fólk hava nógv um oyruni dagliga, so hevur Heilsumálaráðið gjørt tað møguligt hjá fólki at fara á Landssjúkrahúsið uttan læknaávísing leygardag.
Í morgun millum klokkan 9 og 12 var so møguleikin at fara á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Nógv tóku av møguleikanum at lata seg kanna í morgun.