Føroyingar búsitandi í Grønlandi fáa nú møguleikan at lata seg kanna fyri Carnitin Transporter Defekt, CTD. Hetta boðar grønlendski landslæknin frá í dag.
Føroyingar, sum eru búsitandi í Grønlandi kunnu fáa seg kannaðar fyri CTD við at venda sær til grønlendska heilsuverkið, og har fáa tikið blóðroynd, sum so verður send til Statens Serum Institut í Danmark.