Frá 19. juni fer flúgvingin hjá Atlantsflogi til Perugia eisini at umfata Ancona. Soleiðis verður tað ein trýkantsflúgving, har Atlantsflog flýgur frá Keypmannahavn til Perugia til Ancona og aftur til Keypmannahavn. Flúgvingin fer at halda fram til endan av oktober.
Tað eru fyri tað mesta feriugestir, sum flúgva á hesari rutuni.
- Tað er ikki óvist, at vit fara at víðka um tilboð av slíkum slag í komandi tíðum. Tað vil siga bæði í vetur og í summar, hvar vit kunnu bjóða fólki ein prísbíligan og lættan ferðamáta úr Føroyum og suðureftir, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.
hkm