Føroyingar fingið ein gráan arbeiðsmarknað

- Vit hava fingið ein gráan arbeiðsmarknað í Føroyum, har reiðarar útvega sær bíliga útlendska arbeiðsmegi, men sleppa sær uttan um treytir og gjøld, sum vanliga eru ásett í sáttmálum, sigur Maskinmeistarafelagið, sum vil hava myndugleikarnar at taka neyðug stig - Seinastu árini er tað vorðið meiri vanligt, at føroyskir reiðarar fáa útlendska manning umborð á skipini.

Men fleiri dømi eru eisini um, at hesir fremmandu sjómenn hava ikki fingið sína løn í vikur og mánaðir.

- Vit kunnu siga, at vit hava fingið ein gráan arbeiðsmarknað, har reiðarar útvega sær bíliga útlendska arbeiðsmegi, men sleppa sær uttan um treytir og gjøld, sum vanliga eru ásett í felagssáttmálum, sigur Maskinmeistarafelagið.

- Tá ið tað so gongur galið, renna reiðararnir undan teimum lutfalsliga lágu hýruumkostningum, sum teir hava átikið sær mótvegis sínum manningum.

Maskinmeistarafelagið spyr, hvør er rætti myndugleiki at taka sær av málum sum Topaz og øðrum líknandi mál, sum vit hava hoyrt um í seinastuni, har reiðarar ikki eru limir í reiðarafeløgum, ella har reiðarafeløgini ikki vilja gera nakað við málini og sjómaðurin ikki er limur í fakfelag.

- Vit kunnu so í øllum førum siga, at hesi skipini hava føroyskt flagg á hekkuni og tað vísir umheiminum, at her er tað altso talan um føroyskt arbeiðspláss.

- Spurningurin er so um okkara stórn ætlar at vísa útheiminum, at í Føroyum ber til at finna bíligar discountloysnir upp, hvussu skip verða mannað.

Felagið sigur, at vit hava júst fingið at vita, at nú skal av álvara farast undir sjóvinnu í Føroyum við nýggjari lóg um FAS og einum stjóra, sum sær út til at vera sinnaður at lyfta hesa vinnu á eitt hægri støði til frama fyri okkara land.

- Maskinmeistarafelagið fegnast um, at okkara myndugleikar umsíðir hava tikið hetta stigið og felagið fer av fullum huga stuðla tiltakinum.

Men lata vit framhaldandi reiðarar skalta og valta við manningum sum teir vilja, sum tikið verður til, er tað púra greitt fyri Maskinmeistarafelagnum, at hetta fer ikki at eydnast.

- Maskinmeistarafelagið heitir tískil á alla føroysku umsitingina innan sjóvinnu at eftirkanna nevndu manningarviðurskiftini og at syrgja fyri at seta reglur í gildi, sum forða fyri slíkum ábyrgdarloysi mótvegis sjófólki.