Í mars mánað í ár vóru 9.500 gistingar á teimum føroyskum gistingarhúsunum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt vóru meiri enn tvær ferðir, ella yvir 5.000 gistingar so nógvar gistingar á føroysku gistingrhúsunum enn í mars í fjør, tá ið korona brádliga rakti og legði alt lamið.
Men enn eru vit ikki komin heilt upp aftur í ferð, tí í mars í ár vóru gistingarnar 3,7 prosent færri enn tær vóru í 2019, tá ið alt var sum vanligt.
Gistinætur vísa,, hvussu nógvir, og hvussu leingi fólk gista á gistingarhúsum. Tað merkir, at gistir eitt ferðalag upp á 10 fólk í tríggjar nætur á einum hotellið, er talan um 30 gistinætur.
Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Í mars vóru gistingarnar á gistingarhúsunum í Havn, 124 prosent fleiri enn í fjør og á gistingarhúsunum á bygd var vøksturin 31 prosent.
Og tað eru fyrst og fremst føroyingar, sum av álvara eru farnir at ferðast í egnum landi, og sum standa fyri vøkstrinum á gistingarhúsunum.
Talið á føroyingum, sum hava gist á gistingarhúsunum, er tríggjar ferðir størri í ár enn fjør, tað er eisini tvær ferðir so stórt sum tað var í 2019. Í mars í ár gistu 4.9
Men ralið á gistináttum hjá dønum var var stívliga 50 prosent størr í mars í ár enn tað var í fjør, men talið á øðrum útlendingum er at kalla óbroytt.
Verður hugt eftir, hvussu nógv fólkini, sum hava gist á gistingarhúsunum, hava verið í tali, vísir tað seg, at talið á føroyingum var 600 prosent størri í mars í ár enn tað var í fjør, og tað var tvær ferðir so stórt, sum tað var í 2019. Í mars í ár gistu 4.919 fólk á gistingarhúsunum.