Tað er nú greitt, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, fáa lestrarstuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, SU, um so er, at útbúgvingin er góðkend.
Tað staðfestir denni Holm, borgarstjóri í Vági.
Hann sigur, at fyri fjarlesandi, sum ætla undir eina útbúgving á Fjarlestrardeplinum í Vági, merkir tað, at tey fáa 5.753 krónur í donskum lestrarstuðuli frá SU, um so er, at útbúgvingin er góðkend.
- Millum útbúgvingarnar sum SU hevur góðkent, og sum Fjarlestrardepilin bjóðar út í løtuni, eru lærari, námsfrøðingur, sosialráðgevari, bioanalytikara, ergoterapeaut, fysioterapeaut, og sjúkrarøktafrøðingur.
- Fyri at fáa SU, skal ein verða danskur statsborgari, tvs. hava danskt p-tal/CPR-nummar og eitt Nem-ID.
- Hevur tú ikki danskt p-tal ella Nem-ID, kann søkjast um tað, hóast tú er búsitandi í Føroyum.
- Tá ið lesandi so hava danskt p-tal og Nem-ID, kann søkjast um lestrarstuðul hjá danska SU, sigur borgarstjórin.