Føroyingar fáa høvi at síggja kollveltandi skip

Íslendska Verjuskipið Þór kemur væntandi á Havnina hósdagin og fríggjadagin frá klokkan 14 til klokkan 17, eru fólk vælkomin umborð at síggja skipið.

Verjuskipið varð handað í Chile 23. september í fjør og setti kós til Íslands 28. september.

Ein mánað seinni, ella 26. oktober kom verjuskipið til Vestmannaoyggja, sum var tann fyrsta havnin í Íslandi, tað kom í.

Íslendingar siga, at nýggja verjuskipið er ein kollvelting innan verju og trygd, leiting og bjarging í íslendskum sjóøki.

- Skipaferðslan úr Noregi og Russlandi er vaksin nógv síðstu árini, og tørvurin á dygdargóðum verjuskipi er vaksandi.

- Verður landnyrðingsfarleiðin opin, verður væntandi enn meiri ferðsla.

Þór fer tí at hava týðandi leiklut í samstarvi millum tjóðir í Norðuratlantshavi, siga íslendingar.

Fleiri upplýsingar um Þór eru at síggja her:

www.lhg.is/media/skip/thor/VS_THOR_Einblodungur_web.pdf