Føroyingar fáa durðafjórðingin

Føroyingar kunnu í mesta lagi vænta sær skiftistíð á trý til fýra ár. Danskir politikarar ætla sær ikki at lata seg ávirka av kunnandi fundinum hjá landsstýrinum

John Johannessen


Landsstýrið hevði í gjár kunnandi fund fyri fólkatinginum um fullveldisætlanina. Endmálið við fundinum var at fáa danskir politikarar at skilja fullveldisætlan landsstýrisins áðrenn aðalorðaskiftið, sum í dag er á fólkatingi um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Men landsstýrið skal ikki rokna við at hava fingið nógv burturúr kunnandi fundinum. Sambært danska blaðnum, Jyllands-Posten, ætla danskir fólkatingslimir ikki at bakka ein tumma í teirra føstu støðu til fullveldismálið.

Jyllands-Posten skrivaði í gjár, at greiðu boðini frá breiða politiksa meirilutanum á fólkatingi er, at við fullum sjálvræði á politiska økinum fylgir eisini full ábyrgd á fíggjarliga økinum. Tí er politiski meirilutin samdur um, at blokkstuðulin til Føroya skal fella burtur eftir trimum til fýra árum. Sostætt kemur ein skiftistíð, ið er longri enn trý til fýra ár ikki upp á tal.

Danska avísin kallar kunnandi fundin hjá landsstýrinum fyri ein umgang av seriøsum lobbyarbeiði.


Kann læsa samráðingarnar

Aðalorðaskiftið á fólkatingi í dag kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri víðari samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna. Møguleiki er nevniliga fyri, at fundurin í morgin ger eina samtykt, ið bindir donsku stjórnina til at halda seg innan fyri ávísar rammur undir samráðingunum.

Møguleiki er nevniliga fyri, at fólkatingið eftir aðalorðaskiftið í dag ger eina samtykt, ið sigur, at búskaparliga skiftistíðin ikki má vera longri enn eitt ávíst áramál, somuleiðis sum upphæddin heldur ikki má vera størri enn eitt vist.

Hetta kann gera, at lítið og einki er at samráðast um. Tí danska stjórnin er bundin at samtyktini hjá fólkatinginum.


Vænta spaka samtykt

Kortini vænta danskir eygleiðarar ikki, at niðurstøðan av aðalorðaskiftinum fer at verða so ógvuslig. Sum skilst fer ein ógvuliga breiður meiriluti á fólkatingi at samtykkja, at ein sersøk Føroyanevnd skal veljast, ið skal hava eftirlit við samráðingunum og ráðgeva donsku stjórnini undir samráðingunum.

Partur av niðurstøðuni fer eisini, sambært donsku eygleiðarunum, at verða, at Føroya landsstýri sjálvt hevur valt at fara undir fullveldissamráðingarnar, og at landsstýrið tískil eisini má skilja, at tað má taka við teimum fíggjarligu avleiðingunum, hetta fær.

Men, sum skilst, fer niðurstøðan ikki at binda stjórnina til eina ávísa fíggjarliga skiftistíð. Hetta verður mett sum ein samráðingarspurningur, hóast bæði andstøða og stjórn eru samd um, at skiftistíðin ikki skal vera longur enn eini trý til fýra ár.