Føroyingar fáa ábyrgd av fjølmiðlum

Landsstýrið og danska stjórnin eru komin ásamt um, at fjølmiðlaábyrgd verður yvirtikin sum føroyskt málsøki. Sostatt verður forðingin fyri, at ein føroysk lóg kann gerast um góðan fjølmiðlasið, fingið av vegnum

PRESSAN

Fjølmiðlaábyrgd hevur fingið nógva umrøðu í síðstuni. Føroysku fjølmiðlarnir standa javnan fyri skotum, men borgarin hevur onga staðni at venda sær, um hann ætlar sær at kæra.
Hetta hevur eisini fingið løgtingsins umboðsmann at finnast at myndugleikunum fyri at ikki at fáa málið í rættlag, so ein lóg um góðan fjølmiðlasið fæst í lag. Sambandsflokkurin hevur eisini júst lagt uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls at seta donsku lógina í gildi.
Málsøkið fjølmiðlaábyrgd er danskt, og hetta var orsøkin til, at Høgni Hoydal landsstýrismaður mátti taka eitt lógaruppskot aftur, sum hann legði fyri løgtingið í mars 2001.
Næstu ferð fer helst at ganga betur. Á fundi í Keypmannahavn mánadagin, samdust Høgni Hoydal landsstýrismaður og Lene Espersen løgmálaráðharri um at fáa ábyrgdina av fjølmiðlunum á føroyskar hendur.
Landsstýrið hevur skotið upp, at málsøkið verður yvirtikið við eini vanligari avtalu millum stjórnina og landsstýrið. Men danska stjórnin vil hava málið til viðgerðar í Fólkatinginum og miðar eftir, at málið er avgreitt í hesum árinum.
Samstundis ger landsstýrið lógaruppskot til fjølmiðlaábyrgd og sendir lógina til hoyringar hjá politisku flokkunum.
? Vit høvdu ynskt okkum, at hetta málið langt síðan varð avgreitt og halda ikki, at neyðugt er hjá stjórnini at fara í Fólkatingið. Men eg eri kortini fegin um, at ein avtala nú er gjørd um at fáa hetta málsøkið á føroyskar hendur. Hetta málið varð reist í Landsstýrinum fyrstu ferð í 1977, so tað er sanniliga upp á tíðina, at føroyskir myndugleikar taka ábyrgdina av eini tíðarhóskandi fjølmiðlálóggávu. Tað fer at koma bæði almenninginum og føroysku fjølmiðlunum til gagns, úttalar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í einum tíðindaskrivi.
Ein fjølmiðlarábyrgdarlóg ásetir millum annað, at ein nevnd skal setast við umboðum fyri fjølmiðlar og almenning. Borgarin kann kæra fjølmiðlamál til nevndina, og nevndin hevur rætt at átala handfaringina hjá pressuni av ymiskum málum.
Í sambandi við vitjanina í Danmark bjóðaði Høgni Hoydal danska løgmálaráðharranum til Føroya, men einki er upplýst um, hvørt Lene Espersen ætlar sær á føroyavitjan.