Áðrenn hon fekk at vita, at hon skuldi til Føroya sum skiftisnæmingur, visti Lisa-Maria lítið og einki um Føroyar. Hon hevði hoyrt navnið nevnt í samband við fótbólt, men tað var so at siga tað.
Í dag tosar 18 ára gamla Lisa-Maria flótandi føroyskt, dámar væl siðbundnan føroyskan mat, hevur verið við í slagti og lembing og trívist væl í lítla føroyska høvðusstaðnum, har alt er beint við.
- Eg búgvi í lítlari bygd í Eysturríki, so eg var von við smá forhold. Men hóast Havnin er lítil, so er hon eisini høvðusstaður, og tí er alt her. Í Eysturríki skuldi eg koyrast til alt, men her kann eg bara ganga, um eg skal í skúla, at svimja ella ein túr í býin, sigur hon smílandi.
Heima í Eysturríki hevur hon mammu sum er kemikari og bi-og-honning-serfrøðingur og pápa sum er løgreglumaður umframt eina eldri systur. Familjan heima hevur fýra ferðir havt skiftisnæmingar búgvandi.
- Tað hevur kanska gjørt tað lættari hjá mær at koma her, tí eg hevði lært um aðrar mentanir frammanundan, sigur Lisa-Maria.
- Eg havi ongantíð longst heim, sigur hon avgjørd.
- Eg veit, at tey hava tað gott heima, og at tey vita, at eg havi tað gott her. Og so njóti eg bara at fáa hetta upplivilsi. Eg føli eisini, at eg kann tosa við mína føroysku familju um alt, so tað er eingin grund til at leingjast.
Eingin Herr Professor
Tað sum serliga hevur hugtikið eysturríkska studentastkúlanæmingin er tætta sambandið millum næmingar og lærarar í føroyska skúlanum.
- Í Eysturríki siga vit Herr Professor og Sie (tygum) við lærararnar. Vit høvdu ongantíð funnið uppá at nevnt teir við navnið og so slett ikki fornavnið, men í Føroyum eru øll bara tú, og eingin nevnir hvønn annan við eftirnavnið.
- Tað helt eg kendist so fjálgt og trygt, tá eg byrjaði í skúlanum. Tað virkar so hugnaligt.
Tað er tó ikki bara stuttligt at koma til eitt land, har alt er fremmant, og eitt mál, sum man ikki skilir.
- Man skal vera tolin, tí tað tekur tíð at fáa innlit í, hvat tað gongur fyri seg, og hvat man kann gera. Og í fyrstuni hevur man alla tíðina hug at samanbera við tað sum man kemur frá.
Áðrenn hon kom til Føroyar, hevði hon kannað heimasíður á netinum. Hesar vóru serliga ætlaðar ferðandi, og allar myndirnar vístu at eitt grønt land við nógvari sól.
- Tað stóð, at tað regnaði nógv, men tað sást als ikki á myndunum, so eg tonkti, at tað kundi ikki vera so ringt, sigur Lisa-Maria flennandi.
- Men man venur seg við regni, og eg elski at hava havið so tætt við alla tíðina. Í Eysturríki er jú onki hav. Og so haldi eg tað er so festligt við litríku húsunum. Í Eysturríki eru øll húsini meira ella minni grá, men her eru tey blá, grøn og pink.
Føroyar við sær heimaftur
Lisa-Maria gongur í triðja G í Hoydølum, og tá hon fer aftur til Eysturríkis, fer hon á universitetið at lesa mál.
- Eg ætli mær at lesa, spanskt, enskt og skandinaviskt. Tað ber ikki til at lesa føroyskt, men kanska kann eg brúka tað í tí skandinaviska fakinum.
Hon tosar flótandi føroyskt og bendir eisini orðini rætt. Spurd, hvussu hon hevur verið før fyri at læra málið so væl, sigur hon, at pápin, Leivur Harryson, hevur hjálpt henni við einari mállærubók hjá Jeffrey Hendriksen, og vinir og floksfelagar hava verið tolnir at læra hana eisini.
Hon hevur gingið í einum vanligum studentaflokki, har øll undirvísingin hevur gingið fyri seg á føroyskum. Floksfelagarnir hava umsett okkurt fyri hana, men annars royndi hon sum frægast frá fyrsta degi at læra hetta málið, hon var komin til.
- Eg haldi, at tað hevur verið ein fyrimunur fyri meg, at eg komi frá týskum. Bendingarmynstrini líkjast, og fleiri orð líkjast eisini, sigur Lisa Maria.
Tá hon um tveir mánaðar flytur aftur til Eysturríki, kemur føroyska systirin við at ferðast, og føroyska sambandi er eitt vinasamabnd fyri lívið, heldur hon.
- Eg fari altíð, at hava hettta við mær, og nú er tað sum eg fari aftur til Eysturríkis við føroyskum eygum.
Hon gleðir seg eisini til komandi fótbóltsdystirnar millum Føroyar og Eysturríki, har tann fyrri verður spældur í Føroyum seinni í ár, og hin í Eysturríki í 2009.
- Babba er bebbaræddur fyri, at Føroyar aftur fara at vinna á Eysturríki, sigur hon flennandi.