Føroyingar eru raskiri at rinda sína skuld enn teir hava verið

Skuldin hjá føroyingum í bankunum, veksur alsamt, men hon veksur ikki skjótt

Føroyingar eru raskir at rinda sína skuld til bankarnar.

Tað er niðurstøðan í eini greining hjá Váðaráðnum, sum hevur til endamáls at halda eyguni við búskapinum í Føroyum.

Greiningin hjá Váðaráðnum vísir á, at í ár eru útlánunum hjá bankunum ikki vaksin so nógv, sum tey annars eru vaksin higartil.

Váðaráðið sigur, at í ár verður mett, at bruttotjóðarúrtøkan fer at veksa 6,6 prosent, men útlánini hjá bankunum veksa umleið trý prosent

Verða útlán frá donskum bankum og realkredittstovnum tald upp í útlánini í Føroyum, er útlánsvøksturin umleið 4 prosent og tað er tí, at eftirspurningurin eftir donskum realkredittlánum til sethús, er veksandi.

– Hagtølini vísa, at føroysku húsarhaldini taka í størri mun lán við fastari rentu, heldur enn við broytiligari rentu.

Av allari sethúsafíggingini í Føroyum, eru donsku realkredittlánini nú 27 prosent. Men talið á realkredittlánum, ið eru avdráttarfrí, minkar, og tað vísir, at føroysku húsarhaldini nú eru farin gjalda sethúsaskuld aftur í størri mun enn áður.

– Sum heild eru føroysk húsarhald dúglig at gjalda skuldina niður, sigur Váðaráðið.

Ráðið vísir á, at tað eru bara 20 prosent av sethúsalánunum frá donsku realkredittstovnunum, sum eru avdráttarfrí.

Og samstundis er tað bara í sera avmarkaðan mun, at føroysk húsarhald brúka møguleikan at fáa avdráttarskáa í vanligu sethúsalánunum úr teimum føroyskum bankunum, sigur Váðaráðið.