Føroyingar eiga í Manchester United

Ein partur av partapeninginum í heimsins ríkasta fótbóltsfelag, Manchester United, eru partabrøv, sum viðhaldsfólk hjá felagnum eiga.
Hesi hava langt síðani tikið seg saman í felagsskapin, Shareholders United, soleiðis at teirra rødd eisini skal verða hoyrd í felagnum, tó at tey helst mangan kundu hugsað sær, at hon varð betri hoyrd.
Herfyri hevði Manchester Evening News orðið á formannin í felagnum hjá viðhaldsfólkunum, og millum tað, sum hesin segði, var, at hann var imponeraður av, at tað sjálvt í Føroyum vóru limir, sum áttu í felagnum.
- Vit hava limir í 70 londum kring allan heim. Sjálvt í Føroyum hava vit 15 limir, og nógv longur enn hetta koma vit so ikki at røkka sigur Sean Bones við blaðið.
Til samanberingar kann sigast, at tað í Danmark eru 224 limir í felagnum, so her eru føroyingar væl við.