Føroyingar eiga at brúka ósemjuna ímillum USA og Kina

Ósemjan setir okkum í eina sterka støðu, og tað eiga vit at brúka, heldur løgtingskvinna

 

 

Tað er ikki av ongum, at bæði USA og Kina royna at leggja trýst á føroyingar, nú vit ætla at menna 5G-internetið í Føroyum.

Tað heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Vit hava tikið samstarv upp við Huawei og tað vilja kinesarar hava okkum at halda fram við, men hinvegin leggur USA trýst á okkum fyri at fáa okkum at velja ein samstarvsfelaga úr Evropa ístaðin.

Tað er tískil ikki uttan orsøk, at myndugleikarnir í Kina, hevur havt fund við landsstýrið í Føroyum og  tað er heldur ikki uttan orsøk, at myndugleikarnir í USA ikki vilja hava okkum at samstarva við kinesiska Huawei, heldur hon.

Men hon heldur eisini, at nettupp hetta gevur landsstýrinum eina søguliga góða samráðingarstøðu-

Og tað er ikki bara í sambandi við 5G-netið, at hetta setir okkum í eina sterka støðu, men hetta setir okkum eisini í eina søguliga sterka samráðingarstøðu í sambandi við royndirnar at fáa okkum føroyingum betri umboðan á uttanríkispolitiska økinum.

Hon sigur, at vilja vit sleppa okkum úr uttanríkispolitisku spennitroyggjuni, ið avmarkar okkara møguleikar úti í heimi, hevur møguleikin ikki verið betri, enn hann er nú.

Tí heldur hon, at nú eigur landsstýrið at ráðføra seg við allar flokkar á Løgtingi, og við Uttanlandsnevndina, soleiðis at vit øll standa saman um samráðingarnar, sum standa fyri framman í hesum máli.

Hon sigur, at hetta er eitt mál, ið snýr seg bæði um uttanríkispolitikk, handilspolitikk og trygdar- og verjupolitikk - umframt okkara komandi 5G-net.

Tað eina stríðið snýr seg sostatt um, hvør skal hava ræðið á talgilda undirstøðukervinum í Føroyum, sigur hon. Men samstundis er stríðið um Arktik hart, og USA leggur áhaldandi trýst á Danmark fyri at styrkja verjuna í Arktis - sum Føroyar eisini eru fevndar av.

Tað er ikki av ongum, at fleiri umboð, ovarliga í amerikansku stjórnini, hava vitjað í Føroyum seinastu árini og at herðnaðarskip kemur til Føroya. Og tað er heldur ikki av ongum, at vit eisini fáa fleiri vitjanir upp á stutta tíð- bæði frá amerikonsku sendikvinnuni, frá donskum ráðharrum, kongshúsi og forsætisráðharra, heldur Kristina Háfoss.