Føroyingar í bumbuspreinging

Fimm føroyingar, sum vóru staddir í Katmandu í Nepal, vóru bara 30 metrar frá staðnum, har ein bumba brast sunnukvøldið. Eingin teirra fekk skaða

Spreinging

Fimm føroyingar vóru sunnukvøldið bara 30 metrar frá eini bumbuspreinging í Nepalska høvuðsstaðnum Katmandu. Eingin teirra fekk tó skaða.
Torgunn Kragesteen úr Havn, sum býr i Katmandu, sigur við Sosialin, at tey fimm fólkini vóru júst farin úr bilinum, tá bumban brast hinumegin ein múr.
Hóast spreingingin bert var 30 metrar frá teimum, var hon ikki so ógvuslig, at tað gjørdi teimum nakað. Múrurin tók eisini so mikið, at tað ikki bilti fólkunum nakað.
?Vit runnu burtur frá staðnum, greiðir Torgunn Kragesteen frá. Men nepalesar eru forvitin fólk, so tey runnu øvugtan veg fyri at frætta, hvat hent var.
Tá tey tveir tímar seinni komu aftur á staðið, greiðir Torgunn Kragesteen frá, frættu tey, at talan var um ein handil, sum sprongdur var í luftina.
Eisini frættu tey, at samstundis vóru eisini tvær aðrar bumbur sprongdar aðrastaðni í býnum. Tilsamans sjey fólk høvdu fingið skaða, og bæði bilar og motorsúklur vóru oyðiløgd.
Mánadagin var sonevnt maoistverkfall í Katmandu, sigur Torgunn Kragesteen. Tað vil siga, at bilar sleppa ikki at koyra.
Tó er hennara familja so mikið væl fyri at tey hava diplomatbil við bláum plátum, so hon fekk koyrt føroysku gestir sínar á flogvøllin, tí tey skuldu heimaftur til Føroya.
Torgunn Kragesteen letur annars væl at og letur heilsa, at hon hevur tað gott har eysturi í Himalaya.