Føroyingar annaðpláss í European Business Game

29. juni var endakappingin í European Business Game International, ið hesaferð varð hildin í Inverness í Skotlandi.

ÚTBÚGVING


Fimm Næmingar, sum ganga í Tekniska Skúla, í Klaksvík løgdu sína virkisætlan fram í kapping við 8 onnur ung virki í Europa, og gjørdust tey nummar tvey í harðari kapping við Skotland, ið vann kappingina við virkinum Vida Nova, sum framleiðir eina trygdarskipan til bilar, ið økir um trygdina, tá koyrt verður í ringum sýni.

Hugskotið hjá næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík var eitt virki nevnt Quality Marine Woolwear, ið framleiðir ullintar draktir, framleiddar úr reinari føroyskari ull, at leggja í bjargingarbátar. Hini hugskotini vóru úr Grønlandi, Danmark, Skotlandi, Italia, Tyrol, Kroatia, Slovakia og Kekkia.


Brenni og flótandi linsur


Hugskotini vóru sera ymisk, verður sagt í tíðindaskrivi. M.a. var virkið hjá teimum ungu úr Grønlandi eitt felag, ið skipar fyri “Teambuilding”, til virki og fyritøkur kring heimin, har luttakararnir fáa avbjóðingar í grønlendsku náttúruni. Danska hugskotið var ein teldubók, kroatarnir høvdu eitt virki, ið selur bílig hús, ið eru vøkur og við høgari góðsku, til vanligu familjuna í Kroatia. Úr Italia var hugskotið ein brandtryggur tendrari til brenniovnar, Tyrol hevði ment ein hava, til tøkini á háhúsum, Kekkia hevði ment einar flótandi kontaktlinsur, og Slovakia hevði gjørt eitt virki, ið framleiðir brenni til ovnar og opnan eld, ið ikki dálkar og er vistfrøðiligt.

Næmingarnir úr øllum luttakaralondunum hava verið saman í 5 dagar og hava havt høvi til at knýta sambond og netverk londini millum. Vitjanin í Skotlandi hevur m.a. givið innlit í skotska søgu og mentan, og vitja hevur verið á virkjum og á einum íverksetaradepli, har m.a. politikarar og leiðandi fólk úr skotsku vinnuni luttóku. Eitt av virkjunum, ið høvið var at síggja, var stovna av einum 21 ára gomlum dreingi, ið vann EBG kappingina fyri trimum árum síðan.

Borgarstjórin í Inverness vísti tiltakinum áhuga, við at bjóða øllum ein døgurða í býráðshøllini.

Tey luttakandi úr Føroyum vóru: Maria Brim Joensen, Kenneth Jørgensen, Sjúrður Jacobsen, Mannbjørn Anthoniussen og Kristian Eysturoy. Lærararnir hjá bólkinum vóru Karin Kirke Petersen og Olga Biskpstø.



MYNDATEKSTUR:


Tey luttakandi úr Føroyum vóru: Kristian Eysturoy, Maria Brim Joensen, Sjúrður Jacobsen, Mannbjørn Anthoniussen og Kenneth Jørgensen.