Føroyingafelagið í Århus hevur tørv á fleiri virknum limum, skal felagið ikki detta niðurfyri. Felagið vónar, at nógv fólk koma á aðalfundin komandi leygardag Felagið fyri føroyingar í Århus, sum heldur til í Áarstovu, hevur seinastu mánaðirnar havt sera torført við at fáa endarnar at røkka saman.
Felagið sigur seg hava nógvar fastar útreiðslur, og skulu mongu rokningarnar gjaldast, mugu inntøkurnar vera tilsvarandi. Felagið livir av stuðli uttanifrá, men seinastu tíðina hevur tað gingið striltið við at fáa pening til vega.
Hesi, og fleiri onnur viðurskifti eru orsøkir til, at felagið nú er í stórum fíggjarligum trupulleikum.
- Skal Áarstova halda fram sum higartil, mugu broytingar henda. Millum annað mugu fleiri av limum felagsins koma upp í Áarstovuarbeiðið, soleiðis at arbeiðsbólkar kunnu setast, og mongu uppgávurnar deilast yvir á fleiri hendur, sigur felagið, sum tí inniliga heitir á allar limir um at møta upp til ársaðalfundin, ið stendur fyri framman.
Aðalfundurin verður hildin 28. februar 2009 kl. 14.00 í hølum felagsins á Vestergade 48d, 8000 Århus C.









