Føroyar vunnu leygarkvøldið flogbóltslandsdyst fyri menn 3-2 á Írlandi. Úrslitið bar við sær, at Føroyar endaðu á fjórða plássi í kappingini. At talan var um tætta uppgerð boða settúrslitini frá: Írland-Føroyar 25-21, 18-25, 25-22, 16-25 og 13-15.
Flogbóltssambandið greiðir soleiðis frá:
Fyrsta settið endaði 25-21 til Írland, men tað næsta vann Føroyar 25-18.
Men so vendi aftur, og Írland vann 25-22, eftir at Føroyar fekk eina sera ringa byrjan í hesum triðja settinum.
4. settið var føroyska manlandsliðið klárt omaná og vann 25-16.
Vónirnar vóru tí góðar áðrenn fimta og
avgerandi settið, men enn ein ring byrjan gjørdi at vónirnar fyri einum sigðri fánaðu, tí Føroyar komu afturút 7-3.
Men so vendi.
Og í næstan einum stroki fór Føroyar framum 13-9 og 14-11. So kom Írland upp á 13-14, áðrenn føroyska liðið vann seinasta bóltin til 15-13, og harvið dystin 3-2.
Føroyar enda á 4. plássinum í kappingini, sum verður avgjørd seinni í kvøld, tá Kypros og Andorra spæla seinasta dystin.
Dysturin vardi í 120 minuttir ella 2 tímar effektiv leiktíð.