Olympiskur limaskapur
Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, var í gjár á fundi við Jacque Rogge, formann í altjoða Olympisku nevndini. Ørindini hjá Brian Mikkelsen vóru at kanna eftir, hvørt IOC á nakran hátt kundi loyva Grønlandi og Føroyum olympiskan limaskap. Hetta eftir stóru grønlendsku ónøgdina, nú grønlendskur skiðrennari ikki slapp við á danska OL-liði, hóast hesin leyk kravtíðirnar hjá IOC.
Broytti einki
Hvørt danski mentamálaráðharrin hevði nakra veruliga vón um, at vitjan hansara skuldi geva úrslit. Ella um talan bert var um eitt politiskt stunt fyri at linka grønlendsku ónøgdina, skulu vit lata vera ósagt. Men í øllum førum var svarið, sum hann fekk frá IOC púrasta greitt.
Jacque Rogge stóð fast við síni sjónarmið. Møguleikarnir fyri grønlendskum og føroyskum limaskapi eru sera, sera lítlir. Tað stendur beinleiðis í viðtøkunum, at einans lond, sum eru góðtikin av ST sum sjálvstøðug lond, kunnu gerast IOC-limir. Eg fái ikki broyt reglarnar hjá IOC, men eg kann vísa tað, sum eg haldi kann gagna ítróttini, segði Brian Mikkelsen.
Greiðar IOC-lógir
Hesi orð eru tó ikki nakað, sum kemur óvart á Heðin Mortensen, formann í ÍSF, sum varðar at føroysku royndunum at fáa IOC-limaskap.
Hasum vistu vit av. Lógirnar hjá IOC eru púrasta greiðar, og teimum verður ikki víkt frá. Vit sendu eisini Brian Mikkelsen eitt bræv, áðrenn fundin, har vit frábóðu okkum at verða tengdir at málinum. Vit hava okkara egnu umsókn inni, og hon byggir á nakrar heilt aðrar fortreytir, vísir Heðin Mortensen á.
Tær serligu fortreytirnar, sum ÍSF-forsetin sipar til, at tann sannroynd, at føroyska umsóknin varð send inn longu í 1984. IOC-lógirnar um, at talan skal verða um sjálvstøðug lond, vórðu broyttar í 1996, og tí metir ÍSF, at føroyska umsóknin skal viðgerast á øðrum fortreytum. Saman við Føroyum er Gibraltar einasta hjálandið, sum hevur líknandi umsókn inni. Gibraltar hevur nú stevnt IOC, tí teir bara hava »súltað« umsóknini av politiskum ávum, heldur enn at geva góðkenningina, sum teir meta seg eiga.
Skal ikki brúkast politiskt
Fyri okkum er sakarmálið hjá Gibraltar sjálvandi rættiliga avgerandi. Fáa teir limaskap, so verður talan helst eisini um játtandi svar til Føroyar. Og tað er eisini orsøkin til, at vit so krampaktiga hava hildið fast um, at okkara umsókn er frá 1984, sigur Heðin Mortensen.
Men mest av øllum, so er tað so sera umráðandi, at kortini hjá okkum nú verða spæld rætt. Vit skulu um ikki so langa tíð á fund við Rogget, sum vit hittu á fundi hjá Europeisku Olympisku nevndini herfyri. Og til tann fundin haldi eg, at vit eiga at mobilisera so væl, sum vit á nakran hátt kunnu. Tað vil siga við at hava løgmann og mentamálaráðharra við, eins og tað vónandi ber til at fáa stuðul frá donsku IOC-umboðunum.
Skal hetta eydnast, so er tvingandi neyðugt, at vit øll standa sum ein maður. Og ikki at ein politikkari her og ein embætismaður har føra síni sjónarmið fram. Í hesum haldi eg, at ÍSF saknar ein veruligan politiskan stuðul. Altso ein stuðul, har politiski myndugleikin fyrst kemur til okkara, heldur enn at sleingja um seg við meiningum. Hetta er ikki eitt mál, sum skal gruggast av politikki, men eitt mál, har politiski myndugleikin kann hjálpa til í gongdini,. Og tað er kanska tað mest týdningarmesta av øllum, staðfestir Heðin Mortensen.