Kvinnuliðið Hydra úr Ljósinum og kvinnuunglingaliðið Eina úr Havnar Fimleikafelag, sum vunnu FM í ár, umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í estetiskum fimleiki um vikuskiftið. Heimsmeistarakappingin er í ungarska høvuðsstaðnum Budapest.
Umframt Hydra og Einu eru trý onnur føroysk lið við í heimsmeistarakappingini. Tey eru kvinnuliðið Hulda og kvinnuunglingaliðið Nora úr Havnar Fimleikafelag og kvinnuunglingarnir Vípan úr Støkk.
Tilsamans eru 37 kvinnulið og 34 unglingalið við í heimsmeistarakappingini.
Innleiðandi umfarið verður í dag, og í morgin verður finalan.
Kappingin verður stroymd her: https://livestream.com/ifagg2018budapest









