Boys in a Band hava gjørt okkurt rætt í innleiðandi semifinaluni í gjárkvøldið, tí teir komu víðari og skulu spæla í høvuðsfinaluni í kvøld
Saman við sjey øðrum bólkum megnaðu Boys in a Band at spæla seg víðari í høvuðsfinaluna, sum verður í kvøld. Her skulu fimtan bólkar kappast (sjey frá týskvøldinum og átta frá í gjár) um høvuðsvinningin, ið er ein konsertferð kring heimin og 100.000 $.
Hesir bólkarnir eru í finaluni í kvøld:
Cliff Clavin (Íslandi)
Moja (Japan)
The Dirty Words (Wales)
Gurzuf (Hvítarusslandi)
Most Wanted (Thailandi)
Y2K (Malaysia)
Blaakyum (Libanon)
Jetstream (USA)
Atmasfera (Ukraina)
Rearview (Týskland)
Urban Stone (Australia)
Lyrical Assault (Kanada)
ExNN (Moldova)
A Key Is A Key (Danmark)
Vitja heimasíðuna hjá GBOB<a> <b>Vitja Boys in a Band á MySpace<a> <b>Vitja GBOB FØROYAR á MySpace<a>











