Føroyar undir kalda krígnum

   

Hergeir Nielsen
?????????????


Á tingfundinum onsdagin varð løgmaður spurdur, um hann ætlaði at fáa kanningarnar av køldu fortíð okkara eystanfyri aftur á beint, og um so skuldi verið, varð løgmaður spurdur, hvussu hann kundi hugsað sær at gjørt hetta.

Men tíverri vísti løgmaður seg at hava lítið upp á hjarta í hesum máli.

Sum vit vita, so er granskingarúrslitið av Føroyum undir kalda krígnum lagt úr hondum.

Granskarin sigur, at hann ikki hevur fingið nóg nógv burturúr kanningum sínum í Moskva, tí russisku myndugleikarnir hava ikki vilja veitt honum neyðuga innlitið í skjalagoymslurnar hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum.

Kortini er granskarin komin út við rúgvismiklum tilfari, og hevur ma. endurtikið tað, sum føroyskir granskarar hava lagt úr hondum. Harafturat er hann komin við ikki nóg væl grundgivnum og ikki vísindaliga prógvaðum skuldsetingum og illgitingum mótvegis navngivnum persónum.

Í sínum uppruna er tað eitt álvarsligt mistak at biðja danir skriva søgu Føroya, og rímiligt hevði tí verið, um løgmaður sum skjótast ásannaði, at granskarin ikki maktaði uppgávu sína.

Skilligt er, at frágreiðingin verður lisin av fjøld av útlendingum, sum ikki duga at meta um virðið í hesum granskingararbeiðið.

Hinvegin eigur málið ikki at støðga her. Vísandi til galdandi avtalur millum norðurlond og Rusland um kanningar av hesum slagi kundi landsstýrið vent sær til eitt norðurlendskt ríkisskjalasavn og biði um eina tænastu frá teimum á hesum øki.

Verður hesin leistur nýttur, ber eisini til hjá føroyskari søguvísund at vera umboðað í hesi gransking.

Tíverri hefti løgmaður seg lítið við hesi hugskot.

Ílatin viljan hjá Fólkaflokkinum vísti hann seg ikki at hava stórvegis hug til at gera nakað við hetta álvarsmál, sum undanmaður hansara setti í verk eftir uppskrift frá blaðstjóranum á Dagblaðnum.