Føroyar eru farin trý pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, sum var almannagjørdur fyrradagin.
Føroyar liggja nú sum nummar 107 av 202 londum, og tað er framvegis munandi betur, enn støðan var í fjør. Síðani ársbyrjan hava Føroyar tikið seg 18 pláss fram.
Ein partur av hesi framgongd skyldast, at útokningarhátturin fyri listan er broyttur, so hann nú er til størri fyrimun fyri Føroyar, men góðu úrslitini í ár hava eisini gjørt mun.
Styrkislistin hjá FIFA verður millum annað brúktur, tá londini skulu flokkast í styrkisbólkar undan lutakasti.
Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum mikukvøldið, Íslandi, hevur strítt seg langt upp eftir FIFA-listanum, og á nýggja listanum liggja okkara grannar sum nummar 49.
Hini smálondini
aftanfyri
Aftanfyri Føroyar liggja framvegis hini smálondini í Europa. Malta er nummar 121, Luxembourg nummar 127, Liechtenstein 133, San Marino 143 og Andorra nummar 155.
Føroyar hevur tríggjar EM-undandystir eftir í ár, og teir á heimavølli móti Estlandi og Litava og á útivølli móti Kekkia. Øll hesi lond liggja væl omanfyri Føroyar á styrkislistanum. Estland er nummar 88, Litava nummar 63, og Kekkia er triðbesta landið í heiminum í løtuni, bert Brasil og Frakland verða mett hægri enn Kekkia. Skotland, sum Føroyar fingu javnleik móti, er nummar 32.
Tey trý sterkastu norðanlondini liggja tætt í rætta endanum av styrkislistanum. Noregi er nummar 11, Svøríki nummar 15 og Danmark nummar 17.
Støðan frá nummar 1 til 10 er hendan: Brasil, Frakland, Kekkia, Italia, Týskland, Argentina, Spania, Kroatia, Mexico og Rumenia.










