Føroyar taptu fyri finnum

Fyrsti venjingardysturin hjá A-landsliðnum var í gjár ímóti finska meistaraliðnum, HJK Helsinki, sum vann 3-1. Arnbjørn T. Hansen skoraði føroyska málið

Í hesum døgum er føroyska fót­bóltslandsliðið hjá monnum á venj­ingarlegu í Malaga, og sum vant, verða spældir venjingardystur ímóti feløgum, sum eisini eru á venjingar­legur har. Tann fyrsti av hesum var í gjár á Marbella-leikvøllinum ímóti finska meistaraliðnum, HJK Helsinki.
Finnarnir fingu eina sera góða byrjan, tí ikki var meira enn eitt korter farið, so vóru teir á odda 2-0. Fyrst skoraði Akseli Pelvas við ein­um góðum skoti í fimta minutti, og tá eitt korter var farið, fekk HJK Helsinki eitt brotsspark, sum Teemu Pukki setti í netið.
Finsku meistararnir høvdu mun­in fyri steðgin, men 2-0 leiðslan fekk teir so líðandi at slaka nakað, sam­stundis sum føroyska liðið tók seg fram, so tað í seinna hálvleiki var rættiliga javnt. Spælt var við lív og sál, og sum skilst, hildu finnar dystin vera á nøkulunda sama stigi sum ein vanligur dystur í bestu finsku deildini.

Arnbjørn skoraði
Arnbjørn T. Hansen, ið var topp­skjútti í landskappingini í fjør, gjørdi nógv um seg í føroyska álopinum, og hann fekk eisini minkað um munin, tá eitt gott korter var eftir. Ein annan stóran møguleika fekk hann eisini, tá hann gjørdist leysur við HJK-málverjanum, men fekk tó ikki mál.
Í staðin gjørdist tað Berat Sadik, ið kundi økja um finska sigurin sjey minuttir fyri tíð, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-1. Yvirhøvur vóru finnarnir skjótir og kropssterkir, so unga føroyska manningin fekk seg rættiliga roynda í hesum fyrsta dyst­inum.
Longu í dag er aftur ein venj­ingar­dystur á skránni hjá A-lands­liðnum, sum spælir ímóti Malaga, og fríggjadagin verður spældur venj­ingardystur ímóti landsliðnum hjá Gibraltar.
Føroyska liðið: Meinhard Joensen – Jónas Þór Næs, Jóhan T. Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Erling Jacobsen – Rógvi Poulsen, Levi Hanssen, Justines R. Hansen, Christian R. Mouritsen, Símun Samuelsen – Arnbjørn Hansen. Inn komu: Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør, Hallur Hansson, Øssur Dalbúð.