Føroyar í tættari kapping

Klokkan 13 í dag settu føroysku telvararnir seg aftur við talvborðini í Istanbul, har talvolympiadan er í hesum døgum.

Eftir trivaligar sigrar teir báðar seinastu dagarnar – 4,0 á Papa Ný Guinea og 3 ½ - ½ á Niðurlendsku Antillunum – eiga vánir aftur í dag at vera fyri sigri, hóast avrikini hjá liðunum báðum higartil í kappingini kundu bent á, at tað verður tætt og spennandi.

Føroyar telva í dag ímóti Guatemala. Undan dagsins dysti eru Føroyar á 81. plássi, meðan Guatemala er á 84. plássi. John Rødgaard hel,dur frí í dag, og føroyska liðið er harvið mannað við Helga Dam Ziska, John Arna Nielsen, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva E. Nielsen.

Allir teir føroysku telvararnir hava hægri styrkistal enn mótstøðumenninir.