Føroyar tódna

Í blaðnum í gjár greiddu vit frá ferð við fyrrverandi tingmanninum,Vilhelm Nielsen í Sandavági, gjøgnum Vágatunnilin, eini ferð, sum hann fekk í føðingardagsgávu frá Dáva Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum

Vit báðir, myndamaður og blaðmaður, vóru við á ferðini, og vit kunnu eftir hendan túrin sanna, at »Føroya tódna«.
Vit møttu sum vant til arbeiðis í blaðhúsinum á Argjum kl 8, vóru á redaktiónsfundi og fyrireikaðu dagsins blað, áðrenn vit settust í bilin kl 8:45 við kós móti Leynum.
Síðani koyrdu vit, í fylgi við Dávidi Reinert Hansen gjøgnu tunniln til Sandavágs.
Heima hjá Vilhelmi Nielsen fingu vit kaffi og køkur og eitt prát, áðrenn vit hildu leiðina aftur til tunnilsmunnan sunna fyri Fútaklett á Vágoynni. Har varð steðgað, myndir tiknir, og so aftur í bilin. Vit steðgaðu á botni í tunlinum, sum er 105 metrar undir vantskorpuni, tóku aftur myndir, áðrenn leiðin helt fram niðan aftur til tunnilsmunnan Leynamegin. Har steðgaðu vit aftur, tóku myndir, og hildu so fram víðari til Havnar og út á Argjar.
Á Argjum vóru vit kl 11:00. Altso, túrurin vestur til Sandavágs tók okkum alt í alt tveir tímar og eitt korter!