Føroyar sum pushari

Hergeir Staksberg
.....

Roykiforboð er helst einasta for­boð, sum eg kann taka undir við, men tað er ikki roykjarin, sum er syndarin her, hóast tað er hann, sum situr eftir við svarta Per.
Nulsen bulsen tú, tað eru mynd­ugleikarnir, sum hava leiklutin sum lógligir pusharir av einum rúsevni, sum teir vita er vandamikið og at fólk verða bundin av.
Endamálið hjá einum pushara er at syrgja fyri, at vit verða bundin, so teirra inntøka verður stabil. Tá vit so endiliga verða bundin, so velja mynduleikarnir at vísa okkum, hvussu góðir teir eru við okkum. Yup, lógligu pushararnir eru ólukksáliga fittir og vilja meir enn fegnir hjápa við at tálma okkara rúsevnisnýtslu. Men á hvønn hátt?
Ja, tað er bara ein máti at vísa samkenslu fyri sínum med­menn­iskjum, tá talan er um ein lógligan pushara. Fyrsta stigið er at fáa fólk at gerast bundin, tá vit so einaferð verða bundin, so er næsta stigið at skrúva prísin upp, tí ert tú fyrst bundin, so fer rúsevnið altíð at fáa hægri prioritet enn bankabókin. Tað er líkamikið, hvussu høgur prís­urin er, tí er mann bundin, so skulu pengarnir nokk koma á ein ella annan hátt.
Ja, hvat er tað ikki pragtfult, at verða vitni til, at landið skorar kassan upp á neyðina hjá sínum egna fólki, samstundis sum somu fólk bera seg fram sum tann reina samvitskan, sum bara vil okkum tað besta.