Føroyar sum eksotiskt reservat

Rolf Guttesen ger viðmerkingar til grein hjá Pól Jespersen

Tað s?r so út (í Sosialinum týsdagin), at ein nýggjur stílur hevur tikið seg upp í politiska orðaskiftinum um Føroya framtíð, um fullveldi, um sjálvstýri, um v?lferðarsamfelagið ella nakað heilt annað. Mitt í eini grein, har Pól Jespersen agiterar fyri Føroyar sum fullveldi, sendir maðurin eina persónliga heilsu til mín. Eg kenni ikki mannin, men tað gleðir meg sjálvandi, at hann hevur lisið mínar greinar, sum hava viðgjørt ta samfelagsligu støðuna og framtíðina í Føroyum.

Men tíverri noyðist eg at r?tta hann, tí maðurin hevur misskilt okkurt og fer r?ttiliga langt út um eitt rímiligt mark, sum má vera galdandi í politiskum orðaskifti.

Hinvegin veit eg v?l, at leggur tú til brots í almennum orðaskifti, og hevur meiningar, sum kanska ikki eru ?in? í øllum politiskum flokkum, ja, so er møguligt at fáa ein frammaná.

1) Eg kenni ikki nakran ?bólk av l?rdum føroyingum, sum hava til ítriv at dríta á landsmenn sínar?, sum Pól Jespersen tekur til. Eg kenni meg í hvussu so er ikki sum ein sovorðnan. Nakað annað er, at nakrir tjóðveldismenn, og aðrir við, hava ilt við at acceptera, at onnur hava eina aðra meining; og enntá tora at siga tað opið. Teir eru erkvisnir, tola illa kritikk, so her hevur Jante-lógin hjá Sandemose fínan gróðrarbotn. Tað er munur á at hava eina politiska meining, og so ?dríta á egnar landsmenn?. Hugsa tú eisini um tað, PJ.

2) ?Upp í saman verður júkað um heimføðiskap, um vánaligar politikkarar...? heldur PJ fram. Eg veit ikki um eg nakrantíð havi brúkt orðið heimføðiskap, eg haldi tað ikki. Men munnu ikki heimføðingar eisini finnast í Føroyum? Ja, vánaligar politikkarar havi eg nevnt fleiri ferðir. Og er nakar sum vil avnokta, at tað finnast vánaligir politikkarar?

3) ?Um málspurningar, um heimsatlas, um navnagávuna?. Her meini eg at PJ tekur okkurt fram sum einki hevur við politiska orðaskifti at befatta. Men sum landafrøðingur (geografur), helt eg meg hava r?tt og skyldu at umm?la føroyska heimsatlassið, sum var m?r sent til umm?lis. At vit so allarhelst eru ósamdir um hvussu suðuramerikanska landið Chile skal stavast(Chile ella Kili) gerst ikki við. Men eg skal biðja PJ lesa eina grein í Varðanum sum er umleið tvey-trý ára gomul, har núverandi formaðurin í málnevndini skrivar eina grein, sum eg fult út taki undir við. Eg veit ikki hvat PJ meinar við, tá hann skrivar navnagávuna. Hvat sipar hann til??

4) ?Hví eru hesir menn so óglaðir og beiskir?? Hesir menn? Eg eigi ikki part í hesum. Eg havi tað uppá allar mátar gott. Gott arbeiði, góða familju b?ði í Brøndbyøster og í Føroyum. Nógvar vinir og kenningar, sum eg ofta tosi við og vitji. Eg trívist v?l á arbeiðinum, m?r dámar v?l at undirvísa, og fái eisini skriva størri og sm?rri ting. Og ?Sosialurin? hevur víst m?r tað v?lvild, at taka tilfar frá m?r upp. Eg eri glaður og v?lnøgdur við tilveruna; men tað eru eisini hendingar á leiðini, sum vísa lívsins álvara.

Kanska meinar PJ, at bert tey, sum eru við í halleluja-kórinum og rópa ?Fullveldi, tað verði fullgjørt!!? eru glaðir føroyingar. So er ikki.

5) ?Uppgerð við egin politisk avrik? heldur PJ kanska er orsøk til at eg gangi runt við gron. Eg kann avdúka, at eg eri ikki limur í nøkrum politiskum flokki ella felag. Havi ongar ambitiónir um nakra politiska karrieru. Men PJ hevur kanska ta fatan, at øll sum hava áhuga fyri politikki, og skriva politiskar viðmerkingar, eitt nú í Sosialinum, eisini ?tla s?r í Løgtingið og onkuntíð kanska blíva Løgmaður og sleppa at ?bestemma?. Nei, so er ikki. Um hann kanska hugsar farnar tíðir, um blaðið ?Framan? og felagið ?Føroyskar Sosialistar?, so er heldur ongin grund hjá m?r at vera ónøgdur. Framin hevði í mong ár eitt upplag uppá meira enn 1000. Og tann aktivitetur, sum var í felagnum í langa tíð, kundu føroyskir flokkar kanska l?rt eitt sindur av.

6) ?Rolf...s?r Føroyar í framtíðini sum eitt eksotiskt reservat?. Hetta er ein keðilig ák?ra, men hon er uttan hald í veruleikanum. Nú kunnu fólk meta so ymiskt. Men her føli eg meg á r?ttiliga tryggari grund. PJ kundi tikið td. ?Álitið frá Endurreisingarnevndini?, latið Landsstýrinum januar 1994, sum eg eigi ein lítlan lut í. Eg meini at nevndin við felags kraft kom fram til eina reiðiliga góða analysu av støðuni í Føroyum í kreppuárunum, og haraftrat vóru fleiri konkret uppskot um atgerðir, sum at kalla allar eru settar í verk. Tankagongdin har liggur ikki í námind av nøkrum ?eksotiskum reservati?. Hetta vurderi eg bara sum eitt bíligt spark, og eg føli meg als ikki raktan. Gitingar og illgitingar føra ongan veg.

7) Men ikki nokk við tí. Eitt eksotiskt reservat, ?har hann og børn hansara kunnu hugna s?r í. Tað er so hugnaligt at sleppa ein túr á fjøllini ella ein túr í fjørðin?. Nú haldi eg PJ vera langt burturi á heiði, so langt burturi, at hetta ikki uppá nakran máta kann sigast at hava nakað við orðaskifti um politisku støðuna í Føroyum at gera. Nú gloymdi Pól sakina.

Men annars dámar m?r v?l at ganga í haganum, á fjøllum og tindum, millum bygdir og í fjørðuni. Tað hevur eisini verið ein gleði summatídir at haft børnini við. Men, Pól, tú gloymdi konu mína. Hon er altíð við, tá vit eru á Kirkjubøreyni, í Gásadali, á Tyrli, á Køtlum, Sl?ttaratindi ella á Sk?lingi.

?Jag tyks best om öpna landskap?, sum svenskarin syngur.


Rolf Guttesen

11.november 1998