Føroyar stuðla børnum í Rwanda

Føroyskur stuðul skal virka við til at varpa ljós á rættindini hjá børnum í afrikanska landinum Rwanda Uttanríkisráðið hevur latið Plan-International hálva millión í menningarstuðli til at standa fyri eini verkætlan, har børn tala sína søk í fjølmiðlunum.

Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á rættindi barnanna við at lata rødd teirra tala í útvarpi og fjølmiðlum annars, soleiðis at børnini gerast virkin í arbeiðinum at menna orðaskiftið í Rwanda.

Málið er nú at nýta miðlarnar positivt. Hetta skal gerast við at førleikamenna børn, ung og fjølmiðlafólk, sum skulu lýsa og umrøða evnir, sum hava við børn og ung at gera.

Í 1994 var fólkadráp framt í Rwanda, og um 800.000 fólk vórðu myrd eftir bert 100 døgum. Í Rwanda eru tveir ættarbólkar, hutuar sum eru um 84% av fólkinum og tutsiar, sum eru um 15 %. Ein lítil bólkur av hutuarum stóðu fyri drápunum, og teir nýttu m.a. miðlarnar at heita á hutuar um at gera sína skyldu at drepa tutsiar. Miðlarnir høvdu tí ein ræðandi leiklut.