##med2##
Føroyar stóðu fyri einum heiðurligum avriki móti krútsterka spanska liðnum. Talan gjørdist um eitt greitt 1-4 tap, men leikliga vóru glottar, og føroyska liðið lá framvið og kom til møguleikar og góðar støður. Við góða málinum hjá Klæminti A. Olsen hildu vit stásið við líka at skora móti Spania hvørja ferð vit møta teimum.
Omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum og dystarendanum. Teitur Joensen var hollur viðmerkjari til dystin.
Noreg leikti javnleik 2-2 móti Rumenia aftaná at hava verið á odda 2-0 í dystinum á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Svøríki vann greiðan 3-0 sigur á Malta á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi.
Mánakvøldið klokkan 19.45 taka Føroyar ímóti Noregi á Tórsvølli. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.
NR | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Spania | 3 | 3 | 0 | 0 | 8:2 | 9 stig | |
2. | Svøríki | 3 | 2 | 1 | 0 | 8:4 | 7 | |
3. | Rumenia | 3 | 1 | 1 | 1 | 7:5 | 4 | |
4. | Malta | 3 | 1 | 0 | 2 | 2:6 | 3 | |
5. | Noreg | 3 | 0 | 2 | 1 | 6:7 | 2 | |
6. | FØROYAR | 3 | 0 | 0 | 3 | 3:10 | 0 |
##med3##