– Føroyar skulu vera eitt filmsland

Tað var ikki nøkur ósemja millum løgtingsfólkini um hetta málið

Føroyska filmsvinnan skal mennast enn meira, soleiðis at Føroyar vera eitt filmsland á altjóða støði. 

Tað er endamálið í einum uppskoti til samtyktar, sum beint nú er til fyrstu viðgerð í løgtinginum, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hevur lagt fram.

Tingfólk úr bæði samgonguni og andstøðuni halda, at hetta er eitt gott uppskot.

Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið neyðug lógaruppskot um eina menningarætlan fyri føroyska filmsvinnu. Undir hesum eina strategi fyri filmsframleiðslu, hvussu filmsvinnan kann skapa størv kring landið, hvussu fakligu førleikarnir innan film støðugt kunnu mennast, hvussu útbúgvingartilboð á høgum støði kann skipast, og hvussu ein málrættaður vinnu- og mentanarpolitikkur kann tryggja, at sett mál verða rokkin.

Harafturat at játtanin til filmsgrunn og afturberingarskipan verður hækkað til neyðugt støði.

– Hetta er eitt gott uppskot

Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum var positivur um uppskotið.

– Eg haldi, tað er positivt, at mann hevur tikið fleiri stig til at menna ta skapandi vinnuna, segði hann og vísti á, at tað, sum higartil hevur verið gjørt fyri at menna filmsvinnuna, hevur borið frukt av sær.

Beinir Johannesen sær møguleikar í filmsvinnuni, tí tað gevur eitt stórt avkast av sær, tá filmslið koma hendan vegin, og her vísti hann til James Bond, sum hevur verið upptikin í Føroyum í fjørheyst. Samstundis sær hann eisini møguleikar í, at ferðavinnan kann fáa ágóðan av filmsvinnuni.

– Vit skulu byggja upp á tað, sum er gjørt higartil, segði hann.

Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum var eisini positivur, og hann heldur tað vera týdningarmikið at hava eina filmsvinnu í Føroyum.

Hann samanbar við grannalond okkara, sum brúka lutfalsliga nógv meira pengar til filmsvinnuna, og tí heldur hann, vit eiga at spýta væl meira pening í filmsvinnuna.

– Úti í heimi er filmsvinna ein stór vinna í nógvum londum. Vit koma nokk ikki at samanbera okkum við tey heilt stóru londini, men vit kunnu heilt víst samanbera okkum við Ísland og Danmark, segði hann og vísti á, at tey eru dugnalig har. 

– Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu vera líka dugnalig sum okkara grannalond, segði hann.

– Tað einasta rætta er at styrkja um filmsgrunnin hvørt ár, so hann kemur upp á 10-12 milliónir. Nú hevur tað ligið stilt, og tað er ikki rætt. Um ein filmur blívur ein stór súksess úti í heimi, so kann hann generera nógvar pengar, segði Jóhannis Joensen.

Sum lærari heldur hann, at tað hevði riggað væl at filmatiserað føroyskar skaldsøgur, soleiðis at tað kann brúka í undirvísingarhøpi.

Johan Dahl úr Sambandflokkinum heldur eisini, at uppskotið er skilagott. Hann heldur, mann skal menna tey føroysku talentini, og segði, at tað er vert at pengar verða játtaðir til at hetta, so tað verður ein vaksandi vinna.

– Uppskotið er eitt áhugavert uppskot, sum eg fult kann bakka upp um, segði hann.

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn sær eisini stórt potentiali í filmsvinnuni, og hann nýtti høvið at vísa á nakrar av føroysku filmsverkætlanunum, sum hava eydnast væl.

– Hetta er absolutt nakað, sum eg síggi positivt uppá, og sum eg fari at arbeiða positivt við, segði hann.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, heitti á føroysk filmsfólk um at brúka hópfíggingarportalin fyri at fíggja sínar filmsverkætlanir. Hann heldur, at tað besta sum kann gerast, er at kommunur stuðla filmsverkætlanum. Men almennur stuðul skal eisini til, sigur hann.