Føroyska U-17 landsliðið fekk einki stig burtur úr innleiðandi umfarinum í NM, sum í hesum døgum er í Jyllandi, og tað eydnaðist heldur ikki at skjóta nakað mál. Tað varð endaliga staðfest, tá ið Føroyar í kvøld taptu 2-0 móti Belgia. Málini vórðu skorað í 24. og 27. minutti eftir innlegg úr høgru.
Føroyar vóru tætt við at fáa mál í kvøld. Men eftir horna og roynd við høvdinum brast bólturin í tvørtræið. Í trettan minuttir vóru Føroyar undirmannaðar, tí Monrad H. Jacobsen í 67. minutti fyri aðru ferð sá gult og harvið reytt.
Belgia vann bólkin við 7 stigum, Noreg fekk 6 stig, Danmark 4 stig og Føroyar 0 stig. Leygardagin klokkan 11 skulu Føroyar á Hedensted stadion spæla um 7. plássið ímóti Íslandi, sum endaði aftast í hinum bólkinum.
Í Haderslev í kvøld var føroyska liðið soleiðis mannað: Teitur Gestsson, KÍ - Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Sørmund Kalsø, KÍ, Viljormur Davidsen, NSÍ, Dánjal Pauli Lervig, KÍ - Jógvan Rói Davidsen, HB,
Heini Vatnsdal, VB/TB (Hallur Hansson, HB, 57.), Karl Løkin, NSÍ (Eli F. Nielsen, FSV04, 73.), Bjarti Hansen, FSV04 (Hanus Mortensen, VB/TB, 55.), Róaldur Jacobsen, B36, Jóan Símun Edmundsson, B68 (Jens M. Jensen, EB/Streymur, 79.).
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas J. Thomsen, HB, Kristin R. Mouritsen, HB, Mikal Jespersen, VB/TB.
Venjarar eru Pætur S. Clementsen og Finn Johannesen.