Hernaðarmálið
Føroyar skulu nú hava eina nýggja løgtingssamtykt á hernaðarøkinum.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Sostatt skulu tær gomlu og illa umstríddu hernaðarsamtyktirnar setast úr gildi og ein nýggj setast í staðin.
Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at landsstýrið er farið undir arbeiðið at gera eitt uppskot til eina nýggja hernaðarsamtykt.
Hetta kunnaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, um, tá ið teir hittust mikumorgunin.
Størri ávirkan og innlit
Løgmaður vil ikki viðgerða málið í smálutum, tí tað er tað komið ov stutt til.
Men hann sigur, at aðaltátturin í uppskotinum er, at føroyingar skulu hava fáa størri ávirkan á og fáa størri innlit í tær verjupolitisku avgerðirnar, sum verða tiknar, og sum viðvíkja Føroyum.
Hann sigur at ætlanin er at leggja uppskotið fram, áðrenn tingestan endar á Ólavsøku.
Hetta var Per Stig Møller sinnaður at virka fyri.
? Hann sigur, at landsstýrið hevur eisini í fleiri ár arbeitt fyri at fáa eitt orðaskifti um føroyskan verjupolitikk. Men nú er landsstýrið farið eitt stig víðari, og hevur sett gongd á arbeiðið at orða eina nýggja hernaðarsamtykt. Og tað sum landsstýrið ætlar, er at hava eitt aðalorðaskiftið longu í vár og at hetta orðaskiftið skal enda við eini nýggjari løgtingssamtykt um hernaðarmálið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at undanfarna samgongan hevði eisini ætlað at havt eitt trygdarpolitiskt orðaskifti. Men semja var ikki um, hvat hetta orðaskiftið skuldi enda við.
Taka støðuna til eftirtektar
Løgmaður sigur, at heimurin er nógv broyttur síðani hernaðarsamtyktirnar vórðu gjørdar.
? Kalda kríggið er endað og múrurin er fallin og nú verður enntá tosa um eitt NATO- samstarv við Russland.
? Og spurningurin er, hvørja áskoðan vit skulu hava á tað nýggju støðuna.
? Tað ábendingar nú eru um, at møguleiki er fyri, er at fáa eina breiða semju í tinginum um, at vit viðurkenna okkum tann veruleika, vit liva undir og at vit brynja okkum til tíðina, sum kemur.
Hann sigur, at eini nýggjari samtykt eiga fyrst og fremst at taka støðuna til eftirtektar.
Og um vit vilja tað ella eið, hava vit verið partur av vesturlendsku verjuskipanini síðani í 1948- hóast vit ikki eru so nógv eftirspurdir.
Samstundis er tað alt sum bendir á, at NATO londini hava áhuga í, at vit framhaldandi verða partur í hesi samgonguni, so tað vildi verið natúrligt, at vit taka tað til eftirtektar, soleiðis sum støðan er. ? Hinvegin er mótpolurin hjá NATO ikki til longur og nú verður enntá tosað um NATO-samstarv við Russland.
? Harafturat er blokkpolitikkurin ímillum eystur- og vestur farin í søguna. Tað, sum nú er meiri átrokandi, er stríðið ímóti altjóða yvirgangi, sigur løgmaður.
Svartabók og reyðabók eru grundarlagið
Løgmaður sigur, at vit hava viðhvørt verið í teirri støðu, at vit hava ikki kunnað viðgjørt ávís mál, tí tað hevur verið í stríð við gomlu hernaðarsamtyktina og tað er ikki serliga heppið.
Løgmaður vísir á, at vit hava tvær frágreiðingar um Føroyar í kalda krígnum og við teimum báðum sum grundarlag ber til at kjakast um Føroya støðu í kalda krígnum.
? Tað, ið gongur sum ein tráður ígjøgnum hesar báðu frágreiðingarnar , er, at Føroyiskir myndugleikar í alt ov lítlan mun hava fingið innlit í og hava kunnað ávirka verjupolitiskar avgerðir, viðvíkjandi Føroyum. Uppskotið um at niðurleggja støðina á Sornfelli og ætlanin at byggja út á Eiði, eru tvey dømi.
Løgmaður sigur, at í eini nýggjari løgtingsamtykt, skal tað gerast greitt, hvussu føroyingar sjálvir vilja hava, at viðurskiftini skulu vera. Og samstundis skal hon staðfesta, at vit vilja hava avirkan á og innlit í tey viðurskifti, sum viðvíkja okkum.