Nú fara Føroyar at søkja um at verða atlimur WHO, sum er alheims heilsustovninum hjá ST. Tað hevur Landsstýrið samtykt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í eini fráboðan í dag.
Hann sigur, at fáa vit atlimaskap í ST, verður støðan hjá Føroyum munandi styrkt á heilsuøkinum. Eitt nú fer føroyskur atlimaskapur at tryggja okkum skjóta kunning frá fyrstu degi, tá farsóttir sum korona, brádliga taka seg upp, og frameftir verður eisini lættari at gera vart við føroysk úrslit og gransking. Endamálið er, at føroyska umsóknin skal viðgerast á aðalfundinum hjá WHO í mai.
Ein atlimaskapur, er ein limaskapur við avmarkaðum rættindum og landsstýrismaðurin sigur, at tað er WHO, sum er miðdepilin, bæði tá ið tað ræður um at fáa nýggja vitan, og tá tað ræður um at kunna úteftir um okkara egnu úrslit, og varpa ljós á Føroyar í tí høpinum.
– Ikki minst gevur atlimaskapur okkum betri fortreytir fyri at reagera skjótt, og at velja tær bestu loysnirnar í kreppustøðum, sum til dømis tá heimsfarsóttir sum korona, brádliga taka seg upp, sigur hann.
Hann sigur, at fyrstu stigini at søkja um atlimaskap í WHO vórðu longu tikin fyri nøkrum árum síðani. Í sambandi við ársfundin hjá WHO í mai 2019, hevði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, fund við WHO í Evropa, og har kunnaði hon um ynski hjá Føroyum at fáa føroyskan atlimaskap í WHO.
Eftir hetta gjørdi danska ST-sendistovan í Geneve eina lýsing av, hvørjir møguleikar eru fyri tættari sambandi ímillum Føroyar og WHO.
Eisini hevur Heilsumálaráðið samskift við Mentamálaráðið um arbeiðið í sambandi við, at Føroyar søktu um og fingu atlimaskap í UNESCO í 2009. UNESCO er heimsfelagsskapur fyri útbúgving, mentan, samskifti og vísindi og er eisini ein felagsskapur undir ST.
Tískil er nógv fyrireikandi arbeiði gjørt, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum góðar vónir um, at viðgerðin av umsóknini um atlimaskap í WHO fer at vera smidlig.
Men tað verður Danmark, sum sendir WHO umsóknina um føroyskan atlimaskap. Umsóknin skal í seinasta lagi vera WHO-aðalskrivaranum í hendi 23. apríl fyri at verða viðgjørd á aðalfundinum 21. mai í ár.
Tað eru bara sjálvstøðug lond, sum fáa fullan limaskap í WHO og øðrum felagsskapum undir ST, men atlimaskapur gevur atgongd til allar nevndarfundir og aðalfundin hjá felagsskapinum, umframt at vit fáa talirætt á hesum fundum. Tað ber eisini til at leggja uppskot fyri fundin, men atkvøðurætt fáa vit ikki.
Lond við atlimaskapi hava annars somu skyldur, sum fullgildigir limir hava. Limagjaldið er tó ikki líka kostnaðarmikið, og tað verður mett, at limagjaldið hjá Føroyum fer at verða einar 30.000 krónur um árið, men afturat hesum koma sjálvsagt útreiðslur í sambandi við fundir og annað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.