Men her er eingin sum stingur út í kortið, her er eingin politisk leiðsla, her eru hóttanir um alt millum himmal og jørð og einki mál fær avleiðingar fyri nakran. Reinir anarkistiskir tilstandir á tingi tað síggja øll sum hava verið innan tinggátt til dømis í gjár tann 8. september 2008. Hvar eru tíðindafólkini? Fyri mær tykist alt at verða kaos.
Samgongupolitikkarar saman við Sjálvstýrinum eru so at siga á einum máli um, at her er heilt galið og siga seg bara bíða eftir, at tað brestir. Hetta kunnu vit ikki borðreiða fyri Føroya fólki og ein rannsakan er neyðug innan føroyskan politikk.
Landið hevur ligið uttan raðfesta fíggjarlóg síðan henda samgongan kom til valdið og nú nakrar fáar dagar áðrenn fíggjarlógin skal leggjast fram frættist, at bert ein fundur hevur verið um eina fíggjarlóg sum í útgangsstøði bert við framskrivingum hevur uml. 380 millióna hall, og er hetta áðrenn nakað stýri hevur raðfest nakran sum helst samgongupolitikk út í kortið.
Vælsignaðu kvinnur og menn í samgongu og sjálvstýri. Tað eru bert tit í løtuni sum kunnu taka róður og árar í hond og skapa okkum eina fíggjarlóg sum veruliga fær fólk at trúgva uppá, at tað ber til. Tað einasta sum krevst er floks- og samgongustev til at fáa fólkið sum her býr at trúgva uppá, at løgtingið kann arbeiða nógv betur enn tann seinast tíðin hevur víst.