Leygarkvøldið vann føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti fyrsta stigið í HM undankappingini. Hetta var fjórði dysturin, og tá ið støðutalvan frammanundan vísti 2-18 og einki stig, so er tað einki at siga til, at tað var fagnaður um fyrsta stigið.
Síðsta løtan var heimaliðið ikki at kenna aftur frá tí, sum sást í 1. hálvleiki. Kanska hevði tað verið møguleiki at dyrgt eftir sigrinum, men tað snúði seg fyrst og fremst um at varðveita javnleikin og eina stigið.
Sum tað gekk síðstu løtuna, so eru tað ikki ongar vónir um, at tað kann fara at ganga uppaftur betri, tá ið Norðurírland hóskvøldið kemur á vitjan. Leygarkvøldið tapti Norðurírland 4-0 á heimavølli ímóti Svøríki, sum Føroyar fyrr hava tapt 5-0 ímóti. Norðurírland hevur í fýra dystum ikki megnað at skora.
Tað hava Føroyar. Talvan vísir trý mál. Tvey tey fyrstu skoraði Heidi Sevdal í 7-2 heimatapinum ímóti Skotlandi síðsta heyst. Heidi var leikbannað leygarkvøldið. Hon verður tøk hósdagin ímóti Norðurírlandi. Tað verður spennandi at síggja, hvat hon og Eyðvør Klakstein saman við hinum fara at megna í framrættaða partinum hóskvøldið.
Ímóti Bosnia-Hersegovina var tað Eyðvør Klakstein, sum ellivu minuttir undan leikloki javnaði til 1-1. Eftir horna og út frá tamdi hon hegnisliga bóltin, áðrenn hon umvegis tvørtræið smekkaði hann í netið. Eitt flott mál av Eyðvør, sum var komin á vøllin tíggju minuttir frammanundan, og sum saman við eisini innskiftu Lív Arge vísti, at ungu og óroyndu spælararnir eru dugnaligar.
Gestirnir spiltu seg burtur
Í gestaleguni var lagið ikki so gott. Bosnia-Hersegovina er saman við Føroyum og Norðurírlandi í niðara endanum í HM undankappingarbólki 4. Undan Føroya ferðini var bosniska úrtøkan úr trimum dystum eitt stig og málmunurin 0-8.
Sum tað gekk fyrsta tíman bendi alt á, at Bosnia skuldi fara avstað við øllum stigunum. Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram legði Melisa Hasanbegovi? Bosnia framum miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið var á ongan hátt óvæntað. Bosnisku kvinnurnar vóru størri, skjótari og sterkari enn tær føroysku. Bóltførleikin hjá teimum var betri, og tær vístu seg eisini at hava hópin størri sjálvsálit enn føroyska liðið, sum kendist at vera fjáltursstungið. Føroysku spælararnir í bláum lógu langt frá hvíta mótstøðuliðnum, og harvið bar tað fyri tað mesta til hjá bosniska liðnum at gera, sum tað vildi.
Føroyski venjarin, Jón Pauli Olsen, hevði ætlað, at hansara lið skuldi varðveita bóltin, og at liðið skuldi flyta seg longri fram í royndini at varðveita bóltin og at mynda álop og møguleikar. Soleiðis gekk tað als ikki. At verjuparturin var um ein háls gekk út yvir álopspartin. Rannvá B. Andreasen varð flutt úr álopinum og aftur á miðvøllin og síðani í løtum aftur á vinstra vongverja, og tá ið sveisiski dómarin bríkslaði fyri hálvleiki og hvíld, kendist tað at koma væl við, at munurin bara var eitt mál.
Reistu seg
Sum 2. hálvleikur leið, fór føroyska liðið at vísa tenn. Eftiransingarnar vórðu betri, og tá ið tað oftari eydnaðist at fáa tamarhald á bóltinum, so bar tað við sær, at samanspælið batnaði, og at tað harvið bar møguleikar við sær at flyta liðið longri fram.
Sum tíðin gekk undan, var spurningurin, um tað skuldi eydnast heimaliðnum at vinna úrtøku. Eyðvør Klakstein, Lív Arge og fleiri aðrir av framrættaðu spælarunum tordu og evnaðu at spæla seg úr fyrsta pressinum. Harvið vórðu rúmini at flyta seg og samanspæla í alt størri og eyðsýndari, og tað bar úrslit við sær.
Veteranarnir í verjuni vóru eyðsýndir. Randi Wardum tók sær av innleggum, og Liljan av Fløtum Petersen og liðformaðurin Malena Josephsen dugdu væl at lesa spælið. Olga Kristina Hansen og Rannvá B. Andreasen vóru tær mest eyðsýndu fram eftir vøllinum. Men sum tíðin leið, reistu allar seg, og úrslitið boðar frá fínum liðavrikið síðsta lítla hálva tíman.
Tað verður spennandi at siggja, hvussu tað fer at ganga hósdagin ímóti Norðurírlandi!
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari:
Hetta er ein heilt fantastisk kensla. Eg haldi at vit gera tað so kunnu, sum vit kunnu. Hatta var eisini eitt heilt fantastisk mál. Eyðvør traff handan bóltin ótrúliga væl. Vit arbeiddu hart fyri at fáa handan javnleikin, og tað er deiligt at stríðið gevur úrslit.
Bosnia Hersogovina hava bóltin meiri í fyrra hálvleiki, men teir eru bara vandamiklar upp á deyðbóltar. Tað var serliga óheppið, at tær fáa hornasparkið, sum tær skora uppá.
Vit trúðu upp á tað í hálvleiknum. Eg var vísir í, at vit fóru at fáa møguelikan. Vit skuldu bara trúgva upp á tað.
Vit hava ein javnt góðan hóp og kunnu gera útskiftingar. Vit tosaðu eisini leingi um hvør skuldi byrja inni.
Rannvá B. Andreasen:
– Eg eri vælnøgd. Hetta er fyrsta stigið í eini HM undankapping og seinast vit spældu móti teimum taptu við 3-2. Byrjanin var torfør, tí leikferðin er so høg. Tað er nakað vit skulu venja okkum við.
– Tá tú ert áleypari á føroyska landsliðnum, so kemur tú ikki at hava bóltin nógv. Eg og Ásla Johannesen skiftu um, tí eg spæli á vonginum vanligt, men sum áleypari, so kanst tú samla kreftir eina løtu. Eg haldi tað riggaði væl.
– Tær fáa eitt býtt mál, har vit nokk eiga at rudda bóltin vekk, men vit trúgva upp á tað alíkavæl. So vit fóru ikki niður við høvdinum.
– Vit tosaðu í hálvleikinum um at skjóta upp á mál, tí málverjin stóð oftani úti. Eg helt at málið hjá Eyðvør var sera flott, sigur Rannvá B. Andreasen, sum til dagligt spælir saman við málskjúttanum í KÍ.
Eyðvør Klakstein:
– Eg eri ótrúliga glað. Eg kom inn og gjørdi alt tað eg kundi og tað var deiligt
– Verjan hjá hjá Bosina Hersogovina fær ikki ruddað bóltin burtur. So kemur hann til mín og eg standi somikið væl fyri, at eg hugsaði bara at skjóta upp á mál. Eg visti beinanvegin, at eg rakti bóltin væl. Tað var ein øgiliga góð kensla at síggja bóltin fara í málið.
– Vit eru sjálvandi glaðar fyri at fáa málið og eina stigið. Tað kennist næstan sum tú hevur skorað avgerandi málið, tá tú javnar so seint í dystinum, sigur Eyðvør Klakstein.
- - -
Føroyar - Bosnia Hersegovina 1-1 (0-1)
HM undankappingardystur fyri kvinnur á Tórsvølli
leygardagin 4. apríl 2014 kl. 19.00
0-1: Melisa Hasanbegovi? 23.
1-1: Eyðvør Klakstein 78.
Dómaratrio úr Sveis: Simona Ghisletta, Susann Küng og Anne Gabellon.
4. dómari: Elsa Andreasen úr Føroyum
Føroyar: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen – Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen
– Laila Pætursdóttir (Lív Arge, 72.), Olga Kristina Hansen, Ásla Johannesen (Eyðvør Klakstein, 68.) – Rannvá B. Andreasen
Gult kort: eingin
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Nina Davidsen, Annika Petersen,
Milja Simonsen, Elin Maria Isaksen, Margunn Lindholm
Venjari: Jón Pauli Olsen
Bosnia-Hersegovina: Almina Hodži? – Amira Spahi?, Milena Nikoli?,
Amela Fetahovi?, Aida Hadži?, Iris Kadri? (Monika Kuliš, 69.), Alisa Spahi? (Antonela Radelji?, 84.), Lidija Kuliš, Melisa Hasanbegovi?, Nikolina Dijakovi?, Svjetlana Crnjak
Gult kort: Alisa Spahi?
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Envera Hasanbegovi?, Alma Jašarevi?, Dejana Boškan, Eldina Ahmi?
Venjari: Samira Huren