Føroyar og útlendsk arbeiðsmegi

Tá vit síggja, hvussu Ísland, Noregi og Dan­mark ídag hugsa sær útlendingapolitikkin við eini virðisøking av væl útbúnum útlendingum, sær ikki politiskt væl út hjá okkum, skrivar Jógvan við Keldu

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður

Fyrst fari eg at takka Jaspuri Johannesen fyri áhugan og veruleikakendu viðgerðina av útlendingamálinum m.a. við greinini í Dimmalætting seinasta mikudag undir heit­in­um »Útlendingar, fjøl­miðlar, hvat heldur tú sjálv/ur?«
Tey tvey árini eg sat sum landsstýrismaður í út­lend­ingamálum, fingu hesi nógva umrøðu. Tað hevði sínar orsøkir, sum eg ikki skal koma nærri inn á í fyrstu syftu, hóast lands­stýrismenninir báðir Bjarni Djurholm og Høgni Hoydal høvdu farið nógv ov lætt um hetta og gjørdi, at neyðugt var at taka málið veruliga upp.
Tá løgmaður yvirreagerar
Tað málið m.a. snýr seg um er, sum Jaspur Johannesen er inni á, nevniliga:
Ófaklærd fólk kunnu fáa arbeiði, um arbeiði er til tey. Tá einki arbeiði er, skulu hesi aftur av landinum. Hetta sigur lógin.
At løgmaður fyrst og fremst tosar um at geva eina jaliga viðferð, bert tí ein útlendingur er komin inn í landið, er ábyrgdarleyst.
Føroyar skulu hava ein skilagóðan útlendinga­poli­tikk, sum umframt fyrst og fremst at verja okkara land, eisini eigur at tryggja teimum útlendingum, ið eru fastbúgvandi trygg og góð kor.
Nú visjón 2015 er sjósett, hevur tað stóran týdning, at ikki politikarar og løgmaður yvirreagera av onkrum upp­ringinum frá einum ella øðrum politikara ella onkrum uttanfyri systemið ella fjølmiðlafólki, tí tað snýr seg um ávís fólk, sum onkur kennir.  Hetta kemur ongantíð at fáa yvirorðnaðar avgerðir og kemur ikki at hóska visjón 2015 at polit­iskt renna undan hesum álvarsomu støðutakanum.
Danskur útlendinga­politikkur ídag
Nú ein dagin var grein í Jyllands-posten, har Dan­mark hevur ætlanir um í 2015 at gerast heimsins fremsta land, tá gransking umræður við at fáa fatur á elituni. Samstundis sigur Dansk Handel & Service, at tað alt ov leingi hevur verið satsa uppá tey veiku innan útlendingapolitikkin.

Fundurin við Rikke Hvilshøj
Ein av orsøkunum til, at eg sum landsstýrismaður í ok­tobermánað í fjør tók fund við Rikke Hvilshøj, ráðharra í innflytaramálum, var fyri at fáa ein arbeiðsbólk sett­an, nevniliga fyri lóg­liga at stýra útlendinga-poli­­­tikk­in­um í Føroyum á tann hátt, at fullnytta ófak­­­­lærdu arbeiðsmegina og at allar kunngerðir um bústað­ar­viðurskifti og onnur daglig viðurskifti vórðu fingin upp á pláss.  Hesin arbeiðsbólkur fór til arbeiðis beinanvegin og eitt úrslit av hesum fer at síggjast nú í vár.

2015  Mugu longur
á leið
Ikki minst er umráðandi, sum vit síggja bæði í Íslandi, Noregi og Danmark at vit fáa væl útbúnar útlendingar higar, sum kunnu geva okk­um serfrøði, royndir, kapital og management.  Tá vit hyggja at hesum, sær ikki politiskt væl út hjá okkum.
Tað tykist, sum vit royna at skjóta ótrúliga høgt í ávísum førum eitt nú í visjón 2015, men siktið svarar ikki til, tí tað í løtuni liggur so serstakliga niðarlaga, við ad-hoc samtyktum, sum ikki geva loysnir.
Teori og praksis liggja langt hvørt frá øðrum. Visjónir líkjast alt oftari dreym­um, har tað slepst und­an at taka stórar og tungar avgerðir.

Vit mugu longur á leið.
So leingi, sum vit politiskt bert hugsa um at sløkkja ónøgdarsemi um ávísar út­lendingar, sum ávísir politik­arar og okkara fjøl­miðla­fólk elska, uttan at seta seg inn í málið, verða Føroyar eitt u-land, tá útlendinga-politikki umræður.